Korona og sóttarhald løgdu í síðstu viku meinbogar fyri, at Faxe Kondi steypakappingin av álvara fór á rull.
Í vikuskiftinum og í hesari vikuni hevur tað gingist betri at avgreiða dystir, og í gjár vórðu tríggir dystir leiktir.
Í Vestmanna tóku føroyameistararnir hjá minnum móti StÍF, og tað endaði við sigri á seks mál til heimaliðið. Hetta var fyrsti dysturin í bólki 2 hjá monnum - allir dystirnir sum skuldu verða í síðstu viku vórðu útsettir, so at bólkurin nú verður avgreiddur innanfyri næstu vikuna. Í kvøld klokkan 20 spæla hini liðini í bólkinum, KÍF og Kyndil.
Í bólki 1 er bert eitt umfar eftir. H71 2, ið óvæntað vann í Klaksvík leygarkvøldið, tapti sum væntað stórt fyri besta liðnum hjá hoyvíkingum týskvøldið - H71 er nú víðari til hálvfinalurnar sum fyrsta liðið. H71 2 kann tó spæla seg víðari við í minsta lagi javnleiki í Høllini á Hálsi sunnukvøldið. Neistin er tó favorittur at vinna og at koma víðari.
Sí yvirlit yvir dystarskrá og støður í steypakappingini hjá monnum her
Øll liðini í bólki 2 hjá kvinnum vóru í eldinum í gjár. Kyndil, ið vann við fimm málum á EB sunnudagin, vann við fýra málum í grannauppgerðini á Neistanum. Harvið eru tær í grønum so gott sum víðari. VB vann 29-25 á EB í Vági.
Í hinum bólkinum hevur H71 1 vunnið báðar sínar dystir - móti H71 2 og Stjørnuni. Í kvøld spæla Stjørnan og StÍF lykladyst í bólkinum í Klaksvík. Dysturin byrjar 18.30 og verður tann fyrsti hjá føroyameistarunum í hesari kappingini.
Sí yvirlit yvir dystarskránna og stigatalvurnar í steypkappingini hjá kvinnum her
Tvey tey fremstu liðini í bólkunum koma víðari til hálvfinalurnar. Spælt verður einaferð ímóti hvørjum øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald