Tað eru tvey tey bestu liðini í føroyskum kvinnufótbólti seinastu árini, sum bresta saman til steypafinaluna á Tórsvølli í morgin klokkan 19.15.
KÍ hevur í ár á sannførandi hátt tryggjað sær fimta meistaraheitið á rað og tað 22. í øldini. NSÍ var aftur í bestu deildini í 2020 og er endað á 2. plássi á hvørjum ári síðani. Hetta plássið verður helst tryggjað fjórða árið á rað í síðsta umfari.
Sí stigatalvuna o.a. á faroesoccer.com.
Í steypakappingini hevur NSÍ eitt gullheiðursmerki. Í 2020 vann KÍ 3-0 í finaluni, men árið eftir sendi HB KÍ út í fjórðingsfinaluni, og NSÍ vann 4-2 á júst HB í finaluni.
Hetta var fyrsta steypið hjá NSÍ-kvinnumum. Í fjør var KÍ tó ov sterkt hjá øllum og vann greipuna. Í finaluni koppaði KÍ HB við 2-1 sigri.
NSÍ skal royna at vinna steypið aftur frá KÍ, sum hevur møguleikan at vinna steypakappingina fyri 17. ferð, umframt greipuna annað árið á rað.
Eftir steypafinaluna í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ er eisini favorittur men manglar nakrar spælarar - serliga kann tað hava stóran týdning, at liðskiparin Sanna Svarvadal situr uttanfyri við skaða.
Høgni Madsen bríkslar fyri fyrstu ferð í morgin klokkan 19.15. Dysturin sæst á Rás 1 hjá Televarpinum, eins og ungdómsfinalurnar fyrr uppá dagin.
Keldur: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald