Fótbóltur

Steypavinnararnir skulu sláa manngarð um steypið í Sarpugerði

Víkingur byrjar verjuna av Løgmanssteypinum við ógvuligari torførari uppgávu móti HB, ið hungrar eftir slíkum sigrum. Víkingur hevur søguliga takið á HB í steypakappingini.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-04-21 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani stovnanina í 2008 hevur Víkingur verið í heili átta steypafinalum og vunnið seks teirra. Seinast var í oktober, tá Víkingur basti KÍ í finaluni.

Fleiri ár hevur tað verið HB, ið tað hevur gingið útyvir. Víkingur vann til dømsi finaluna í 2014 á HB, sendi havnarfelagið út eftir brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni í 2016, og í fjør syrgdi Víkingur fyri, at endastøðan hjá HB gjørdist hálvfinalan.

HB er í betri støðu enn Víkingur nú. Liðið hevur styrkt seg á ymsan hátt í vetur, og hevur nú millum annað tveir dygdargóðar áleyparar. Samstundis hevur Víkingur  mist Noah Mneney, Bárð Jógvansson Hansen og Gunnar Vatnhamar. Atli Gregersen hevur leikbann til hendan dystin, og Ari Olsen er skaddur. Ungir menn skulu taka ábyrgd.

Dysturin í kvøld kann geva eitt gott fingramerki um, hvar liðini liggja til hvørt annað, og kann vísa á hvønn veg tað ber hjá liðunum -  tey hittast longu aftur týsdagin í Betrideildini. Fyrsta bríksl í Sarpugerði í kvøld verður klokkan 18.00

Portalurin fylgir gongdini í øllum dystinum við dagføringum á forsíðu okkara í samstarv við dystir.fo. Eisini gera vit yvirlit, umframt at vit hava myndir, samrøður og meira nágreiniligar dystarfrásagnir frá summum dystum. Í kvøld vera vit í Sarpugerði.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, fríggjadagin 21. apríl

18.00: 
Víkingur - HB 

NSÍ - MB

19.00: 
FC Hoyvík - EB/Streymur 
Skála - B71

Í morgin, leygardagin 22. apríl

15.00: 
TB - B68
ÍF - 07 Vestur

16.00: AB - FC Suðuroy

18.00: B36 - KÍ

Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder