Fótbóltur

Steypið er í Klaksvík seinnapartin

NSÍ skal vinna stórt á KÍ fyri at hava møguleika at varðveita steypið - alt bendir á, at FM fer aftur til Klaksvíkar. Senasti dysturin í kappingini byrjar klokkan 15.

Nógv bendir á, at Sanna Svarvadal fer at lyfta steypið seinni í dag. KÍ hevur millum annað sett seg í góð ustøðuna við at vinna á NSÍ við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv bendir á, at Sanna Svarvadal fer at lyfta steypið seinni í dag. KÍ hevur millum annað sett seg í góð ustøðuna við at vinna á NSÍ við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-11 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ikki KÍ hevði havt so nógv betri málúrttøku enn NSÍ, so hevði lagt upp verið til eitt slag av FM-finalu í Klaksvík seinnapartin.

KÍ-kvinnurnar eru trý stig frammanfyri NSÍ, sum gjørdist føroyameistari í fjør. Men hjá KÍ stendur +27 útfyri málúrttøku, meðan tað hjá NSÍ stendur +14.

Harvið bendir alt á, at KÍ fer at taka FM aftur frá teimum í gulum og svørtum og vinna sætta FM-heitið seinastu sjey árini.

KÍ-kvinnurnar fara í dag eftir at tryggja sítt 24. føroyameistaraheitið. Eingin hevur verið nær við at vunnið so nógv.

Tað eydnaðist ikki teimum sigursvandu úr Klaksvík at vinna steypafinaluna í september - har var HB stinnari.

Um NSÍ skal varðveita steypið, so er neyðugt at vinna við minst sjey málum í Klaksvík í dag.

KÍ - NSÍ byrjar klokan 15.00. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Meira tilfar seinni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder