StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Berkan hevur seinasta kappingarár verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hevur hann eisini havt høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum, og tað er hetta samstarvið, sum heldur fram. Ein av uppgávunum hjá honum er at menna og geva íblástur til hjáparvenjarar í øllum aldursbólkunum.
Samstarvið millum StÍF hevur verið gott og gevandi. Berkan hevur verið íðin og málrættaður í sínum arbeiði og hevur ment hondbóltin og felagsskapin á teimum liðum, sum hann hevur havt ábyrgd av, skrivar StÍF.
39 ára gamli Berkan hevur drúgvar royndir sum venjari í heimlandinum Turkalandi. Hann hevur verið venjari í bestu deild í heimlandinum, og eisini hevur hann m.a. verið venjari hjá U18 landsliðnum. Hann var í fleiri ár leikari á høgum stigi í Turkalandi; og var hann á ungdómslandsliðnum í nøkur ár.
Berkan hevur hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina EHF Master Coach, og fegnast StÍF um, at tað hevur eydanst at leingja góða samstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald