StÍF hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Kaito Nakahodo fyri restina av kappingarárinum. Mest sannlíkt verður hann verandi í felagnum komandi kappingarár - sum leikari og sum ungdómsvenjari
Kaito er 27 ára gamal og kemur úr býnum Urasoe-shi á oynni Okinawa í Japan. Hetta er sami býur, sum Haruka Gima er frá. Haruka Gima kom til StÍF undan hesum kappingarárinum og hevur skorað næstflest mál í SMS-deildini higartil (109) Tveir aðrir leikarar úr Japan spæla á besta kvinnuliðnum hjá StÍF
StÍF lýsir Kaito sum ein kvikan leikara, við góðum eyga fyri viðleikarunum og við eyðsýndum evnum í álopsspælinum. Hann kann spæla sum spælskipari og á vinstra vongi.
Fyrru helvt av hesum kappingarárinum spældi Kaito við Team Klaksvík. Hann er í løtuni á 10. plássi á toppskjúttalistanum, við 73 málum (30 brotskøstum - flest í deildini) hóast hann ikki hevur leikt nakran dyst í 2020. Orsøkin til tað er, at tá hann skuldi koma aftur til Føroyar eftir jólaferiuna, manglaði hann eitt serligt innfaraloyvi til Evropa. Støðan var óviss í januar, Kaito slapp ikki til Føroyar, og tí stegðaði samstarvið millum leikaran og Team Klaksvík.
Nú eru tingini komin uppá pláss, og leikarin kom til landið fyrr í vikuni. Av tí at hann ikki hevur spælt í næstan tríggjar mánaðir, so Kaito Nakahodo er tøkur at spæla, tá kappingin verður tikin uppaftur, og StÍF skal royna at koma í hálvfinalurnar.
Kaito hevur áður spælt í bestu deildini í Japan og fyri HEI í næstfremstu donsku deildini. Hann hevur áður umboðað japanska U22 landslið, og sambært STÍF er stóri dreymurin hjá honum at koma á olympiska liðið hjá Japan, ið eftir ætlan skal spæla hava heimavøll í Tokyo í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald