Hondbóltur

StÍF mist venjaran

Peter Conrad Grove sum hevur verið høvuðsvenjari hjá StÍF síðani august, er longu givin aftur.

2023-09-27 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ikki leingi, at danin Peter Conrad Grove var høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF.

StÍF boðar í dag frá, at Peter Conrad Grove hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari. Hann hevur eisini tikið sær av øllum dreingja liðnum hjá felagnum, og eisini í hesum starvi gevst Peter Conrad Grove.

Avtalað er gjørd við Mads Lindkvist um, at hann beinanvegin tekur ábyrgd av mansliðnum og øllum dreingjaliðunum inn til nevndin hevur funnið eina varandi loysn so skjótt til ber. Mads Lindkvist hevur verið hjálparvenjari hjá mansliðnum síðan august.

Mads hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari.

Í fyrstu trimum dystunum í Burn-deildini í ár hevur tað ikki hilnast væl hjá strandingum, sum hava tapt allar tríggjar, og liggja aftast í deildini við 0 stigum.

Sunnudagin klokkan 16 koma hoyvíkingar á vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder