Hondbóltur

StÍF og EB samstarva um elstu dreingjaliðini

Samstarvið fevnir um dreingir 16 og 18, 1. deild og Burn sum fara at hava venjingar saman.

Sunnuvá Vesturdal, forkvinna EB og Egi Gothard Danielsen, formaður StÍF

Sunnuvá Vesturdal, forkvinna EB og Egi Gothard Danielsen, formaður StÍF

2024-06-14 20:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

StÍF og EB hava avtalað nýtt samstarv, sum fevnir um dreingir 16 og 18, 1. deild og Burn.

Við samstarvinum er málið at hækka góðskuna á venjingum, og sostatt verður menningin størri fyri einstaka leikaran. D16 og D18 verða skipað sum felags lið, og hjá monnunum verður samstarvað um venjingar, siga feløgini.

Hetta samstarvið hevur við sær, at fleiri leikarar eru til venjingar, og tí verður vant við størri intensiteti. Og fyri evnaríkar leikarar, sum raðfesta hondbólt, gevur hetta møguleika hjá teimum at venja við Burn-hópinum, um teir spæla við 1. deild, D18 ella D16 og um teir koma úr StÍF ella EB.

- Vit vóna og meta, at hetta samstarvið fer at gagna báðum feløgunum, serliga leikarunum, sigur StÍF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder