Hondbóltur

StÍF streyk avstað við 3. plássinum

Sigur á H71 á Skála har heimaliðið fór frá seinasta stóra korterið og harvið fór frammum H71. Nú er greitt, at fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini verða: StÍF-EB og H71-VÍF.

Emma Skovmand, ið kom til StÍF í vetur, gjørdi bart við sjey málum í gjárkvøldið. StÍF sær spennandi út áðrenn endaspælið (Mynd: StÍF)

Emma Skovmand, ið kom til StÍF í vetur, gjørdi bart við sjey málum í gjárkvøldið. StÍF sær spennandi út áðrenn endaspælið (Mynd: StÍF)

2024-03-28 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útsettur dystur var í SMS-deildini í gjárkvøldið, og talan var um lykladyst í stríðnum um 3. plássið. Hetta gevur rættin at møta á pappírinum veikasta liðnum, sum kemur í endaspælið: EB, ið endar á 6. plássi.

Stríðið stóð millum StÍF og H71. Uppgerðin á Skála gjørdist spennandi, tó at heimaliðið var meira omaná og einaferð í 1. hálvleiki var á odda við sjey málum. Hoyvíkskvinnur skoraðu tó tey seinastu seks málini fyri steðgin, og harvið var 14-13, tá liðini fóru at hvíla seg.

Tey fylgdust í byrjanini av 2. hálvleiki, men so streyk StÍF avstað. Hetta var annars um tað mundið, at Poula Dulavík Berg, fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Hon var lyklaspælari aftur í gjár. StÍF megnaði tó at vinna rímiliga greitt, tá samanum kom og sær spennandi út áðrenn endaspælið.

Dómarseðilin sæst niðanfyri - øll dystargongdin sæst HER

[object Object]32-26 sigurin gjørdi, at StÍF fór frammum H71 og kom á 3. plássi. Hetta var seinasti dystur í grundspælinum hjá føroyameistarunum, ið harvið enda nummar fýra.

Seinasta umfar í grundspælinum í SMS-deildini verður leygardagin, men alt er komið uppá pláss til endaspælið, sum byrjar eftir landsliðssteðgin, ið er fyrstu vikuna í apríl: 

Kyndil og Neistin eru beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, og "fjórðingsfinalurnar" vera hesar: StÍF-EB og H71-VÍF. Harvið skulu bæði StÍF og H71 spæla um hálvfinalupláss um tvær vikur.

[object Object]

Støðan undan seinasta umfarinum í grundspælinum - einki grundleggjandi fer at broytast leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder