Tað var lagt upp til spennandi dyst í ítróttarhøllini í Kollafirði í kvøld, tá nummar tvey og trý í Okkara-deildini hittust.
Tað var eisini talan um ein spennandi og javnan dyst, har hvørgan av liðinum slapp avstað við einari stórari leiðslu.
Tað var KÍF, ið var uttan lyklaleikarin Hans Eli Sigurbjørnsson í kvøld, sum var á odda i steðginum við støðuni 12-11, men tað endaði við einum 23-24 sigri til strandingar.
Við sigrinum í kvøld hevur StÍF lagt seg á odda í Okkara-deildini, og tað verður liðið í øllum førum inntil sunnudagin, tá H71 hevur møguleika at taka fyrsta plássið aftur, um hoyvíkingar vinna á Team Klaksvík.
Okkara-deildin
KÍF – StÍF 23-24 (12-11)
Toppskjúttar:
Nicklas Selvig 10
Pætur Johansen 8
Støðan í Okkara-deildin(STÍF, KÍF og Neistin hava leikt 6 dystir, meðan hini liðini hava leikt 5 dystir)
STÍF 9 stig
H71 8 stig
KÍF 7 stig
Neistin 6 stig
VÍF 4 stig
Kyndil 4 stig
Team Klaksik 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald