Flogbóltssambandið: Heilsukanningarnar, sum verða kravdar av Flogbóltsamband Føroya undan kappingarbyrjan, kunnu mangan tykjast tungar, kostnaðarmiklar og fyri onkran helst óneyðugar.
Í sambandi við hesar kanningar hava einstakir leikarar verið sendir til víðari kanningar, tí okkurt var, sum sá illgrunavert út, men tíbetur hevur í flestu førum ikki verið talan um nakað álvarsligt.
Fyri Stinu Park, sum leikar við TB, hendi hetta eisini. Og fyri Stinu var hetta heppið, tí endin varð, at Stina fyri kortum varð skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum fyri hol í hjartanum. Hóast Stina mangan hevur kent seg troytta og illa fyri, hevur hon kempað fyri sínum ítrótti. Holið í hjartanum vísti seg at vera stórt, og ilt er at siga, hvat var hent, um Stina hevði hildið fram at íðka, uttan at nakað var gjørt við hjarta hennara.
Stina er sera takksom fyri heilsukanningarnar, tí aðrar kanningar, sum hon áður hevði verið til, ikki vístu, at nakað var áfatt.
Vit lata Stinu sjálva sleppa at greiða frá og takka henni fyri, at hon deilir søgu sína:
- Eg bleiv sera skelkað og ovfarin, tá læknin eftir árligu heilsukanningina, ið FBF stendur fyri, spurdi: “Hevur tú nakrantíð fingið at vita, at tú hevur eitt misljóð í hjartanum?”
- Tann 18. oktobur 2022 var eg til mína triðju heilsukanning, har eg bleiv væl og virðiliga kannað. Havi verið til ymsar kanningar hjá ymsum læknum gjøgnum míni tannár, av tí at eg havi verið so troytt, og at eg til tíðir havi havt ringt við at anda undir hørðum fysiskum trýsti.
- Læknarnir kannaðu meg, men funnu onki, ið var galið við mær. Eg fekk at vita, at eg kanska bara hevði vánaliga konditión, ella at tað var vanligt at føla seg troyttan í hesum aldrinum. Læknin, ið kannaði meg til heilsukanningina, lurtaði fyrst væl eftir lungum, og síðani hjartanum. Eftir hann hevði lurtað eftir hjartanum leingi, spurdi hann meg, um eg nakrantíð hevði fingið at vita, at eg hevði eitt misljóð í hjartanum.
- Eg svaraði nei!
- Hann spurdi meg so, um eg nakrantíð hevði havt trupulleikar undir venjing, har eg var svímað.
- Eg svaraði nei!
- Hann fekk tað ikki at passa, tí um nakað feilti hjartanum, var tað undarligt, at eg ikki var svímað undir harðari venjing, segði hann.
- Eftir hettar fekk eg eina tíð hjá hjartalækna, hóast kommunulæknin ikki helt, at tað kundi vera nakað alvorligt, av tí at eg sá út til at vera so fysiskt væl fyri. Tá læknin skannaði hjartað, sá hann eitt hol millum forkømrini í hjartanum (ASD-atrieseptumdefekt). Eg fekk at vita, at holið sá lítið út, men at tað mátti latast aftur kortini, tí tað kundi hava avleiðingar við sær seinni í lívinum at liva við einum holi í hjartanum. Tað lætnaði fyri mær, tá eg fekk at vita, at læknarnir kundu fara upp til hjartað gjøgnum eina æðr í lyskuni, og síðani seta eitt “device” í holið.
- Tá eg kom niður á Ríkisjúkrahúsið tann 11. apríl, bleiv hjartað á mær skannað enn einaferð. Har fekk eg at vita, at holið sá stórt út, og at tað var møguligt, at tey ikki fingu latið tað aftur gjøgnum æðrina í lyskuni, sum avtalað var. Dagin eftir royndu tey kortini, men tá eg vaknaði ein tíma eftir royndina, føldi eg beinanvegin á mær, at tað ikki hevði eydnast. Læknin kom at tosa við meg og fortaldi, at holið hjá mær veruliga var eitt “kæmpe stort” hol (meiri enn 2,5 cm), og at bæði pumpukamarið og forkamarið í hjartanum vóru ógvuliga yvirbelastað, so holið skuldi helst latast aftur skjótast gjørligt við opnari skurðviðgerð.
- Longu dagin eftir, 13. apríl, fekk eg eina tíð til opna skurðviðgerð, har læknarnir fóru inn gjøgnum bringuna og lótu holið aftur. Tað var so stórt, at neyðugt var at seyma ein lappa av kálvahúð fastan í skilaveggin ímillum hjartaforkømrini.
- Alt gekk sera væl við skurðviðgerðini, og eg kom sera skjótt fyri meg. Eg kann ikki lýsa, hvussu takksom eg eri fyri, at eg endiliga havi funnið út av, hvat hevur “feilt” mær øll hesi árini, og at tað nú ikki longur er ein trupulleiki hjá mær.
- Av hjarta stóra takk til FBF fyri at krevja heilsuváttan frá øllum leikarum. Um tað ikki var fyri hesum, hevði eg nokk livað við mínum stóra holi í hjartanum í fleiri ár afturat og blivið nógv verri fyri. Hóast ein ikki tykist sjúkur uttan, veit ein aldrin, hvat gongur fyri seg innan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald