Hondbóltur

Stjørnan hjá Eysturríki: - Eri glaður teirra vegna eisini

Vit vistu, at teir eru torførir at spæla ímóti, tí teir eru so kvikir, sigur Nikola Bilyk, sum skjótt fær Elias Ellefsen á Skipagøtu sum liðfelaga í THW Kiel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-30 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - Elias er ein super fýrur og spennandi spælari; tað verður umráðandi, at hann heldur seg skaðafrían.

Nikola Bilyk og Elias Ellefsen á Skipagøtu verða liðfelagir í THW Kiel eftir summarferiuna. Teir stóðu og tosaðu saman, tá Portalurin prikaði eysturríkaran á økslina.

Hann vildi fegin tosa, og var hann errin yvir avrikið hjá liði sínum í 38-33 sigrinum í dag.

- Vit vistu, at tað fór at vera ein torførur dystur móti Føroyum, og høvdu vit fyrireika okkum væl. Teir eru lágvaksnir og kvikir, og torførir at hava við at gera, staðfesti Bilyk.

Sí eisini: Elias: - Hava droymt um hetta síðani vit vóru smádreingir

Hann segði seg vera glaðan vegna Føroyar og føroyska liðið, sum skrivaði søgu og kemur til EM saman við Eysturríki. Bilyk var eisini ein av eysturríksku spælarunum, sum fór inn í føroyska skiftingarrúmið, og ynskti føroyinginunum tillukku. Eftir staðfestingina fagnaðu teir mongu áskoðarnir eisini Føroyum, og hallarspeakarin kom eisini við kunning og lukkuynski um støðuna.

Nikola Bilyk og liðfelagirnir fingu fult stigatal í bólkinum, og er hetta eysturríksk søga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder