Uppskot verður á eykaaðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag lagt fram um, at hondbóltsdeildin Stjørnan fer úr felagnum.
Hetta skrivar Norðlýsið í dag.
Alt verður gjørt i sátt og semju, og partarnir halda at tíðin er komin, ljóðar úr Klaksvík.
- Vit halda, at tíðin er komin til, at Stjørnan fer at koyra sum eitt sjálvstøðugt felag, eisini á pappírinum. Tí í praksis hava vit í nógv ár koyrt sum eitt sjálvstøðugt felag, sigur Súsanna Lydersen, forkvinna í Stjørnuni, við Norðlýsið.
Tað verða í ár 90 ár síðani at KÍ stovnaði hondbóltsfelagið, men nú verður hildið at tíðin er farin frá, at eitt hondbóltfelag liggur undir einum fótbóltsfelag.
Eykaaðalfundurin hjá KÍ verður 12. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald