Tað eru næstan tríggjar vikur síðani, at liðini hava spælt í SMS-deildini. Landsliðið hevur verið í eldinum, og í vikuskiftinum hava hoyvíkskvinnur á fyrsta sinni spælt evropeiskar dystir.
Sí eisini: Smurdu gestirnar av
Hetta kom H71 heilt væl frá, tí tað endaði við sigri á samanlagt 25 mál á WHC Cair-Skopje úr Makedóniu, tá spælt varð í høllini á Hálsi leygardagin og sunnudagin. Mánadagin verður greitt, hvørjum H71 skal møta í 3. umfari í European Cup; nú hugsavna hoyvíkskvinnur seg um at spæla í Klaksvík.
Í steypadystinum millum liðini í KÍ-høllini í januar endaði tað við javnleiki. Síðani er Stjørnu-liðið styrknað, og lagt er upp til ein spennandi og javnan dyst millum liðini, ið higartil hava spælt tríggjar dystir. Um ein vinnari verður í kvøld, so fer tað liðið upp á 2. pláss í deildini.
Stjørnan vann stórsigrar tey bæði fyrstu umførini, tá ávíkavist VB og EB vitjaði. 2. oktober eydnaðist tað bert at skora 19 ferðir á útivølli móti Kyndli, ið er oddalið. H71 er einasta liðið, ið hevur fingið stig móti Kyndli - sum hevur spælt fimm dystir. Hinar báðar dystirnar - móti Neistanum og EB - hevur H71 vunnið trygt.
Fyrsta bríksl í KÍ-høllini í kvøld verður klokkan 18.
SMS-deildin, 5. umfar
21.10, KÍ-hølliin
(18.00) Stjørnan - H71
1. Kyndil 9 stig (5 dystir)
2. Neistin 6 stig (4 dystir)
3. H71 5 stig (3 dystir)
4. Stjørnan 4 stig (4 dystir)
5. StÍF 4 stig (4 dystir)
6. VB 0 stig (4 dystir)
7. EB 0 stig(5 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald