Sjey spælarar, ið hava spælt so at fulla tíð ella út við tað í seinastu dystunum, sótu uttanfyri allar 60 minuttirnar í bólkafinaluni hjá Føroyum seinnapartin. Portugal vann á Spania í gjár og endaði við silvurheiðursmerkjum í EM í fjør. Teir spældu eisini við fleiri, ið høvdu stóran leiklut í gjár, men føroyingar vóru greitt omaná: Okkara vóru meira skarpir og meira á í dag.
Les meira gjølla um fyrra hálvleik her: Á odda við fimm móti Portugal
Bjarni í Selvindi vísti seg serliga væl fram í bakketuni og var javnsettur toppskjútti við Boga Hansen á høgra vongi. Tað vóru tó allir, ið bjóðaðu seg fram, og eyðkenni fyri avrikið var ein krútsterk og hartarbeiðandi verja – tað mesta av dystinum við Paula Høj sum órógvandi eitt'ara fremst, við sterka Ova Lützen mitt fyri og heilt góðum stuðli rundanum, umframt ógvuliga væl spælandi Aleksandar “Sasha” Lacok í málinum.
Ein av 14 bjargingunum hjá Sasha (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Ungi Neista-málverjin tók 42 prosent av skotinum, ið er ógvuliga høgt tal, og hann gjørdist dagsins maður. Fyri fyrstu ferð í kappingini skoraðu Føroyar undir 30 mál, men tað bilti einki, tá bert 19 mál fóru inn.
Samlaða avrikið var ógvuliga sterkt og vísir eina stóra breidd og nógva dygd á liðnum. Í morgin gongur leiðin til Berlin, og hósdagin er fjórðingsfinala. Hetta verður móti Íslandi, Serbia, Egyptalandi ella Grikkalandi - tí liðnum endar nummar tvey í tí bólkinum, ið verður avgjørdur í kvøld.
Tøl frá frálíka dystinum í dag niðanfyri:
Verjuovastin í dag, Ovi Lützen (nr.23) fegnast saman við áskoðarunum og liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Bjarni í Selvindi kom brakandi inn á vøllin - skálamaðurin setti viðspælarar upp og varð javnsettur toppskjútti við átta málum (Mynd: Sverri Egholm)
Hin føroyski toppskjúttin var høgri vongurin hjá H71, Bogi Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli Høj var á hinum vonginum og spældi frálíkt sum fremst verjuspælarin í 5-1 (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II, seinna umfar
Swiss Life Hall, Hannover - í dag 26. juni
Føroyar – Portugal 27-19 (15-10)
Støðan í bólkinum áðrenn seinasta umfar:
Føroyar 6 stig *
Portugal 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
*Víðari
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 3-4
15 min: 5-6
20 min: 9-6
25 min: 12-8
30 min: 15-10
35 min: 16-12
40 min: 17-13
45 min: 17-14
50 min: 21-15
55 min: 25-18
Føroyskir málskjúttar:
Bogi Hansen 8(2)
Bjarni í Selvindi 8 (2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristoffur Bjørgvin 2
Pauli Høj 2
Kristian Jensen 2
Brian Slyne 1
Upplegg:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 6
Bjarni í Selvindi 5
Brian Slyne 3
Kristoffur Bjørgvin 2
Ovi Lützen 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 14/33 = 42 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 8
Portugal: 11
Útvísingar:
Føroyar: 1
Portugal: 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald