2025-11-09 22:48
Vinnarin av fimleikafagnaðinum 2025 gjørdist Fimleikafelagið Støkk úr Runavík.
Feløgini sum luttóku vóru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Feløgini tulkaðu evnið vón. Øll við sera væleydnaðum framførslum, sum rørdu og bergtóku áskoðaranar.
Framførslur hava verið í dag.
Um vinnandi felag var sagt millum annað sagt, at framførslan vísti søgugongdina við rørslum, tónleiki og ljósi. Mest av øllum vísti hon evnið, vón.
Føroya Fimleikasamband skipar fyri Fimleikafagnaðinum í Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald