 
                
                        
Hesa vikuna hevur Fimleikafelagið Støkk luttikið á Festival del Sole í Riccione í Italia.
Í gjár var endahátíðin í sambandi við festivalin hildin á stóra pallinum, har fleiri túsund áskoðarar vóru til staðar.
Støkk, sum luttók við heili 70 leikarum, framførdi á pallinum, og eftir framførsluna vann Støkk ein heiður fyri at vera tað liðið, sum hevði flest fimleikarar við í framførsluni í mun til íbúgvaratalið, skrivar fimleikafelagið í tíðindaskrivi.
– Tað er stuttligt at kunna umboða Føroyar á henda hátt, siga tey í Støkk og leggja afturat, at tey eru errin av heiðrinum, sum varpar ljós á breiddarfimleikin og felagsskapin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/07/06/gallery-thumbnail/1720260812ngayp0mvbk.webp)
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald