Hundrað og ein dyst, átjan umfør, tvær fjórðingsfinalur og tvær hálvfinalur seinni eru einans tvey lið eftir.
Effo Deildin Sesong 2 hevur víst okkum tað besta, føroyskur esportur hevur at bjóða. Nógv lið hava yvirraskað, summi hava skuffað og øll lið hava verið við til at gera Effo Deildina ótrúliga spennandi at fylgja við í sum áskoðari. Nú aftaná meir enn tveir mánaðar av drúgvari kapping er endin komin.
Í dag sæst ársins størsta esport tiltak hjá Effo á Óðinshædd 5 frá klokkan 15.30. Nú er tað, at besta liðið skal krúnast sum vinnarin av Effo Deildini.
Tvey lið eru, ið stríðast fyri heitinum Føroya besta lið.
Fyrst er tað Clash Team.
Vit hava ongantíð sæð eitt lið vera so knívskarpt at taka stýr á spælinum og enda skjótt, uttan at mótstøðuliðið fær møguleika at svara aftur. Liðskiparin Christian Dahl og junglarin Danjal Jákup Hanusarson koyra framá við reinari aggressión, ið sjálvandi altíð hava stjørnuspælaran Hans Petur Djurholm beint aftanfyri sær. Um tað nakrantíð skuldi gingið galið, so eru sterku og vandu veteranarnir Oddur Bech og Haraldur Elmar Enni til reiðar at lofta spælinum og koyra tað heim, sum eftir er. Eitt lið, sum altíð noyðir fíggindan at standa á bakbeininum og ongantíð loyvir teimum ein steðg frá áganginum. Clash Team hevur stytstu spølini í allari Effo Deildini, tí teir eru bara so góðir.
Hinumegin stendur Tik Tok Titans.
Teir liva veruliga upp til navnið, teir hava kosið, tí hetta er sanniliga eitt superlið við risum úr føroysku League of Legends scenuni. Allir samlir hava rakt Master rating, sum longu setir teir í topp 0.16% í øllum heiminum. Hetta er eitt lið, sum koyrir á reinum talenti frá sínum einstøku spælarum. Teir vinna so at siga altíð hvør sær sín part av spælinum, og tá teir so seta seg saman, so er einki, ið megnar at steðga teimum. Teir hava eina vandamikla duo, Heini Sjóvará og Regin Ingi Midjord, sum altíð tryggja sær stórar fyrimunir í Bot. Sámal Fagraklett í Mid livir upp til eftirnavnið Fagraklett sum ein fastur og sterkur klettur at bjarga spælinum, um tað miseydnast aðrastaðni. Nýggi og eldhugaði Andrias Rønne Olsen koyrir á sínum ótrúliga góðu einstøku eginleikum at vinna á hvørjum einasta fígginda, hann møtir í Top. Tí hevur liðskiparin Kristin Rønne Olsen í Jungluni ríkiligt av dugnaligum spælarum við sær at tryggja sigur ímóti øllum mótstandarum, ið standa fyri teimum og meistaraheitinum.
Tað ber ikki til at tosa um føroyskar stjørnuspælarar, uttan at allir hesir verða nevndir. Hetta er hægsta støðið, føroyskt League of Legends nakrantíð hevur verið, og tað verður alt avgjørt hetta vikuskiftið.
Í dag frá kl 15.30 hjá Effo í Óðinshædd 5 møtast bestu liðini í Føroyum at berjast um steypið og 70.000,00 krónur í vinningum.
Tað er ókeypis atgongd og nokk av áskoðaraplássum, sigur eSport Føroyar í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald