Annað

Stór evropeisk vika fyri framman

Fýra føroysk feløg umboða Føroyar í altjóða kappingunum hjá UEFA komandi dagarnar.

KÍ vann 2-1 á Birkirkara av Malta hóskvøldið, og kom harvið víðari í Evropa League
(Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann 2-1 á Birkirkara av Malta hóskvøldið, og kom harvið víðari í Evropa League (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-08 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 og KÍ megnaðu at spæla seg víðari úr Europa League Preliminary Round í farnu viku. Harvið eru liðini til reiðar til fyrsta undanumfar í kappingini. Her traðkar steypavinnarin, NSÍ, inn í kappingina.

Liðið við mest viðráki í evropeiskum fótbólti, Víkingur, skal spæla Champions League. Liðið úr Eysturkommunu traðkar inn í fyrsta undanumfar.

Skráin komandi vikuna:

Týsdagin 10.juni

Kl.17.00: KÍ – FK Salgiris Vilnius(Litava)
Europa League – Gundadalur

Kl.19.00: Víkingur – HJK Helsinki(Finland)
Champions League – Svangaskarð


Hósdagin 12.juni

Kl.19.00: B36 – OFK Titograd Podgorica(Montenegro)
Europa League – Gundadalur

Kl.19.45: Hibernian FC(Skotland) - NSÍ  
Europa League -  Leith, Edinburgh

Tað er B36, ið verður mett at hava besta møguleikan í hesum dystinum. Øll hini føroysku liðini eru rættiliga greitt undirtippaði; serliga NSÍ sum er á útivølli.

Vit koma at fylgja føroysku liðunum og gongd teirra hesa vikuna og í returdystunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder