Fótbóltur

Stór føroyingauppgerð á Amager í annaðkvøld

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum tekur ímóti FIF í steypakappingini. Tríggir føroyingar spæla við FIF, sum er úr næstbestu deildini. FIF er stórfavorittur til dystin, men teir hjá ÍF Føroyum fara at royna at bjóða av.

Leivur Mortensen (t.v.) og Jónas Gunnarson Djurhuus (t.h) Teir báðir spæla - eins og Pauli Mittún í miðjuni - á A-landsliðnum og í næstbestu donsku deildini og búgva á Oyrasundi. Í morgin skal Leivur og Jónas spæla móti bert føroyingum í donsku steypakappingini

Leivur Mortensen (t.v.) og Jónas Gunnarson Djurhuus (t.h) Teir báðir spæla - eins og Pauli Mittún í miðjuni - á A-landsliðnum og í næstbestu donsku deildini og búgva á Oyrasundi. Í morgin skal Leivur og Jónas spæla móti bert føroyingum í donsku steypakappingini

2024-02-07 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt rímiliga lætt huglag er, meðan fótbóltsspælið koyrir til upphiting, og tá harpiks síðani kemur á fingrarnar hjá føroyingunum. Tað er týskvøld og eitt vanligt venjingarkvøld í Sundbyøsterhøllini - og tó. Bert tveir dagar eru til stóra steypadystin móti FIF, sum til dagliga spælir í næstbestu deildini.

ÍF Føroyar spælir í fjórðbestu donsku deildini. Fleiri spælarar eru við, sum hava nógvar royndir og ymisk steyp á hægsta stigi í Føroyum, umframt nógvar U-landsdystir. Nakrir hava eisini verið við til U21 HM og hava verið rundanum A-landsliðið.

Venjing er tó ikki meira enn tvær ferðir um vikuna, og tað er av álvara eitt frítíðarítriv. Hondbólturin hevur ikki eins høga raðfesting sum útbúgving og/ella arbeiði, umframt tað sosiala lívið og annað í føroyingaumhvørvinum í Keypmannahavn.

Leikandi venjarin Bartal Klein Olsen skipar fyri einum taktiskum øvilsi. Tað er millum annað verjan, ið skal fínpussast, áðrenn sterka FIF-liðið kemur á vitjan. Tað kemur dánt við, at nakrir av teimum, sum spæla fast við fyrsta liðnum eru raktir av skaða ella sjúku. Onkur er eisini burturstaddur. Eftir at endað er við dysti, setur Bartal nøkur orð á vónirnar, meðan menn strekkja út:

- FIF er sjálvandi stórfavorittur, men vit fara at royna at fáa nógvar góðar støður og at vera við í dystinum so leingi sum gjørligt. So skulu vit eisini taka hetta sum eina uppliving, og man ikki nógvir føroyingar fara at koma í høllina og gera tað til ein góðan heimavøll.

[object Object]
Bartal Klein Olsen í dysti fyri føroyska A-landsliðið móti Bjerringbro-Silkeborg, áðrenn hann flutti niður. Bakspælarin er uppvaksin í Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Janus Dam Djurhuus er lesandi í Keypmannahavn og er ein av trimum hoyvíkingum í hópinum hjá FIF. Hann skal í morgin royna at skora móti Hørði Trygvasyni og hinum (Mynd: Sverri Egholm)

Kend andlit á hinari hálvuni
Tað eru eisini føroyingar á mótsstøðuliðnum hjá ÍF Føroyum. Allir tríggir eru eisini búsitandi á Oyrasundskolleginum, sum er undir 10 minuttir á súkklu frá høllini, ið er eftir Amagerbrogade.

Jónas Gunnarsson Djurhuus og Leivur Mortensen eru A-landsliðsspælarar, og vóru teir við í Berlin í síðsta mánaða. Janus Dam Djurhuus, yngri beiggi Jónas, vandi við hópinum fleiri ferðir. Til dagliga eru Jónas, Janus og Leivur lesandi, umframt at teir spæla hondbólt við liðnum av Frederiksberg. FIF er í løtuni á 8. plássi í 1. division.

Sí eisini: Oyrasundsbúgvar á EM-liðnum: - Tað verður ikki størri

Nú vera nakrir av føroyingunum á útivølli á Amager. men kortini í leiklutinum sum stórfavorittar. Tað er tó heldur ivasamt, hvussu nógv fasti menninir hjá FIF fara at spæla, tí teir hava landskappingardyst í vikuskiftinum, og skulu nú møta liði úr tveimum deildum lægri.

ÍF Føroyar hevur sligið lið úr hægri deild út á vegnum her til, men dysturin í morgin, hóskvøldið 8. februar, verður ein væl størri biti. Hann byrjar klokkan 20.45, lokala tíð, í Sundbyøsterhal 1 á Parmagade.

Mansliðið hjá ÍF Føroyum kom í 2015 uppaftur longri í steypakappingini. Tá endaði ævintýrið móti Team Sydhavsøerne, sum oyrasundsbúgvin Pauli Mittún nú spælir við. Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum spæla í løtuni í fimtbestu deildini. Tær hava tó vunnið á liðum úr hægru deildunum í steypadystum í vetur og skulu seinni í mánaðinum helst møta liði úr næstbestu deildini eisini.

[object Object]
Her sæst fremsta mansliðið hjá ÍF Føroyum eftir ein dyst í heyst (Mynd: ÍF Føroyar)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder