Kappróður

Stór føroysk kappróðrarstevna á Nordhavnini í morgin

Til ber at síggja kappróður í leðursofum á strondini á Nordhavnini í Keypmannahavn.

2022-05-27 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Størsta føroyska kappróðrarstevnan nakrantíð í Danmark verður í morgin, leygardagin 28. mai 2022, í Nordhavnini. Aftaná tvey ár uttan stevnur, kunnu vit føroyingar nú endiliga møtast aftur koronafrítt og hugna okkum á stórari stevnu í Nordhavns Regatta 2022, har tiltøk eru fyri føroyingar í ymsum aldri og massar av góðum tónleiki.

Fyri fyrstu ferð, er gudstænasta á einari regatta, og tað verður við Borgny Brüning-Hansen presti úr Dali og organisti á harmoniku á strondini undir opnum himli.

Kappróður verður, men eisini verður tónleikur, matur úr útnorði, kafe, heimabakað og barr. Róðrarfelagið Tvørabáturin, ið býr í Nordhavini, hevur fimm manningar, og væntað verður, at einar 10-12 manningar luttaka úr teimum fimm róðrarfeløgunum í Danmark. 

Møguleika er at síggja alt á fyrsta klassa í tíggju leðursofum á strondini. Eisini fer Norðoyastevnan verður at síggja beinleiðis á stórskíggja í hølunum hjá Tvørabátinum. 

Lutaseðlar eru við stórum vinningum og generøsum/gávumildum gávukort frá IceFood-handlinum á Amager við alskins mati, drekka og lutum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Virgari Tórarson Dalsgaard setir stevnuna. Janus á Húsagarði undirheldur á strondini við sangi, gittara og munnhørpu. Seinni verður rungandi felagssangur í telti við klubbhúsið, har Hans Petur í Brekkunum syngur fyri, og Tummas Niclasen spælir á harmoniku. Johan í Kollafirði hevur show við sangi og keyboard. Seinni spælir Hans Petur í Brekkunum góðan tónleik á saksofonina hjá sær. DJ og barr verður út á náttina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder