Fótbóltur

Stór frágongd í 07 Vestur

Nógvar broytingar eru farnar fram, nú felagið millum annað hevur mist fimm leikarar.

Fimm leikarar eru farnir úr felagnum í summar - nú eru sum so bert lokalir leikarar í hópinum har vesturi (Mynd: Sverri Egholm)

Fimm leikarar eru farnir úr felagnum í summar - nú eru sum so bert lokalir leikarar í hópinum har vesturi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-15 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jn. fo skrivar, at tað eru farnar nógvar og stórar broytingar fram í 07 Vestur seinastu tíðina. Fyrst í juni varð greitt, at Jim Sonni Guttesen ikki longur var formaður eftir trý ár í sessinum.

Síðani eru fleiri leikarar farnir. Sviin Ken Fagerberg skifti til TB eftir tvey og eitt hálvt ár í Sørvági, og Martin Tausen og Eirikur Ellendersen eru farnir sama veg. Martin og Eirikur komu báðir úr TB. Martin Tausen hevur leikt 85 dystir fyri 07 Vestur seinastu fýra árini.  

Heri Kjærbo er eisini farin aftur til sítt barndómsfelag í Suðuroynni. Eftir eitt hálvt ár í Vágunum fer Heri at spæla fyri FC Suðuroy í 2. deild.

Seinasti leikarin, ið er farin úr 07 Vestur, er Christian Mouritsen. 30-ára gamli fyrrverandi landsliðsleikarin hevur verið sera nógv skaðaplágaður seinastu árini og royndi seg nú í 1. deild, men tað gjørdist bert til fimm dystir. 

Felags fyri allar hesar fimm er, at teir ikki eru lokalir leikarar, og nú hevur 07 Vestur bert lokalar leikarar í hópinum. Asbjørn Heðinson er eisini komin aftur til 07 Vestur eftir eina tíð við næstbesta liðnum hjá B36. Harvið hevur felagið lagt leistin nakað um, og helst er hetta millum annað gjørt í einari roynd at ikki nýta so nógvan pening. Í ársrokniskapinum, ið gjørdist almennur í vár, sást, at felagið hevði eitt undirskot uppá áleið 700.000 krónur farna ár.

07 Vestur liggur í løtuni á 2.plássi í 1. deild. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder