Fótbóltur

Stór innandurakapping í Klaksvík

Bláa Bylgjan hevur skipað fyri innandurakapping millum jól og nýggjár á hvørjum ári síðani 2008.

2018-12-26 09:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Millum jól og nýggjár verður stór innandurakapping í Klaksvík.

Á hvørjum ári síðani 2008 hevur Bláa Bylgjan skipað fyri innandurakapping í Klaksvík. Kappingin er fyri allar aldursbólkar hjá báðum kynum og eru deildirnar bólkaðar soleiðis, sum FSF skipar kappingarnar komandi ár.

Hjá teimum vaksnu eru avmarkingar tó til, at bara tveir leikarar á hægsta støði – Betri Deildin/1.deild ella samsvarandi støði uttanlands - kunnu vera inni á sama liðið í senn.

Í fjør vóru áleið 100 lið við, siga fyrireikararnir.

Síðsta freist at melda til kappingina er mikukvøldið 26. desember kl. 19.00. Tilmelding fer fram á tlf. 295401 ella við at senda privat boð til Bláu Bylgjuna á facebook.

- Bláa Bylgjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder