Annað

Stór luttøka til Føroya vakrasta maraton

550 fólk tekna seg til teinin úr Gásadali til Sandavágs.

2018-06-29 14:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nærum 550 teknað seg seg at renna ella ganga teir 21,0975 KM úr Gásadali til Sandavágs.

Tað eru tveir mánaðir #FVHM verður skotið í gongd í Gásadali og leygarkvøldið 30. juni er seinasti møguleiki at ogna sær atgongumerki á 300kr, eftir hetta fer prísurin upp á 350kr. Undirtøkan fyri tiltakinum er framúr góð. Hetta er á fimta sinni vit renna Føroya vakrasta hálv maraton. Í fjør vóru vit 700 rennarar og gangarar. Vinnarin hjá monnum var Andrias Hansen, úr felagnum Bragdið, við tíðini 1.17.56 og hjá kvinnum var tað Ezra Becker, úr USA, við tíðini 1.27.42. 

Bussar koyra luttakarar frá Giljanesi, har startnummar verður heintað, til Gásadals. Ymiskt undirhald verður á leiðini til Sandavágs og HiddenFjord bjóðar ein góðan laksarætt til tey luttakandi á Giljanesi ímeðan heiðursmerkir verða handað. Tey, sum ganga, byrja í Gásadali kl. 10:00 og tey, sum renna, byrja kl. 11:00. Eins og undanfarin ár verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðinum frá kl. 11:30 til kl. 13:00. Um onkur kemur til flogvøllin áðrenn Vatnavegurin er stongdur, verður neyðugt at bíða. Í samband við, at Vatnavegurin er stongdur, verður eisini skipað fyri fólkaheilsurenning frá flogvøllinum til FK í Miðvági, hesin teinur er umleið 6 km.

placeholder
placeholder