Fótbóltur

Víkingur tryggjaði evropeiskt pláss - tað verður botngysari seinasta umfar

TB er so gott sum 100 prosent farið niður, meðan sigurin hjá Víkingi í Vági og javnleikurin hjá 07 Vestur á Svangaskarði gera, at eitt stig skilja FC Suðuroy og 07 Vestur undan 27. umfari.

07 Vestur megnaði ikki at vinna seg frammum FC Suðuroy í dag - vágamenn noyddist at stríða seg inn í dystin aftur á Svangasakrði móti B68, ið einki hevur at spæla fyri (Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur megnaði ikki at vinna seg frammum FC Suðuroy í dag - vágamenn noyddist at stríða seg inn í dystin aftur á Svangasakrði móti B68, ið einki hevur at spæla fyri (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-19 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í næstseinasta umfari í Betrideildini eru spældir seinnapartin.

Í Klaksvík skoraði Filip Brattbakk hattrikk, tá føroyameistararnir hildu málveitslu og sendu so at siga TB niður samstundis. Hetta merkir, at TB í seinasta umfari skal vinna við tvísiffraðum tali av málum móti B68, samstundis sum FC Suðuroy og og 07 Vestur tap.

07 Vestur vann sær eitt stig á Svangaskarði. Í 1. hálvleiki var einki lív í liðnum undir strikuni, og B68 legði seg á odda við góðum máli, sum dagsins spælari Djóni Samuelsen og Sebastian Lau Nielsen stóðu fyri. Útiliðið ressaðist tó við eftir steðgin, og hóast B68 kundi økt, so javnaði Mikkel Hyllegaard, sum hevur verið vandamiklasti maður hjá 07 Vestur í ár.

1-1 á Svangaskarði í dag, og tað at FC Suðuroy tapti greitt fyri Víkingi á heimavøll, merkir, at 07 Vestur framvegis ikki kann bjarga sær vð egnum mátti. Men eitt stig á heimavølli móti EB/Streymi í seinasta umfari verður nóg mikið, um FC Suðuroy tapir fyri B36 í Gundadali.

[object Object]
Víkingur vann trygt á Eiðinum og endar harvið á 4. plássi (Savnsmynd: Bjartur Vest)

B36 vann á EB/Streymi í dag, men hevur einki at spæla fyri longur, tí Víkingur tryggjaði 4. plássið. Sum verjandi føroyameistari hevur tað ikki verið nakað flott ár hjá víkingunum, men hetta er fimta árið á rað, at Jóhan Petur Poulsen og hansara lið spæla seg til evropeiskt pláss - meðan B36 aftur endar á 5. plássi. Enn er steypafinalan eisini eftir hjá Víkingi.

Klokkan 17.15 spæla NSÍ og HB í Gundadali um 2. plássið. Lurta á FM1 og fylg við ovast á Portalinum

Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í dag, sunnudagin 18. oktober
KÍ - TB 6-0 (3-0)
FC Suðuroy - Víkingur 0-4 (0-2)
EB/Streymur - B36 1-3 (0-1)
B68 - 07 Vestur 1-1 (1-0)

17.15: HB - NSÍ (FM1)

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum og síggja meira um teir ovast á Portalinum.

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder