Fótbóltur

HB á 2. plássi eftir frálíkan hálvan tíma

Jákup Thomsen kom inn og skoraði tvær ferðir, Emil Grønn Pedersen skoraði eisini, meðan NSÍ ikki slapp til nakrar serligar møguleikar í Gundadali. Nú liggur tað til André Olsen og hansara menn.

Ási Dam fegnast saman við Jákupi Thomsen eftir fyrra málið hjá innskifta áleyparanum (Mynd: Sverri Egholm)

Ási Dam fegnast saman við Jákupi Thomsen eftir fyrra málið hjá innskifta áleyparanum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-19 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. mai tapti HB 7-1 á heimavølli fyri NSÍ. Hetta gjørdist seinasti dystur hjá Adolfo Sormani sum venjara. André Olsen og toymi tóku yvir, og nú hava teir tvær ferðir í ár vunnið við trimum málum á NSÍ.

3-0 sigurin í kvøld kom eftir sterkt samanset avrik: Álopskenda NSÍ megnaði ikki at skapa opnar møgulekar móti Áka Johannesen, Viljormi Davidsen og hinum, og HB revsaði ógvuliga væl NSÍ eftir innskiftingarnar - tær fyrstu eftir ein tíma.

Ári Mohr Jónsson legði upp, og Jákup Thomsen skoraði, tveir minuttir eftir at HB'arnir komu inn. Fimm minuttir seinni var tað glóðheiti Emil Grønn Pedersen, sum skoraði eftir gott uppspæl, og veikt verjuspæl hjá NSÍ, og í yvirtíðini sløkti Jákup Thomsen eftir enn eitt gott snarálop.

[object Object]
André Olsen fegnast um sigur á NSÍ í Runavík stutt eftir, at hann tók við - í dag eydnaðist at aftur HB at vinna við trimum málum á NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið 3-0 og André Olsen og hansara menn eru nú á 2. plássi. Í 19. landskappingardystinum á rað uttan tap fór HB framvið NSÍ, ið tyktist heldur ráðaleyst eftir steðgin í Gundadali. Man saknaði Petur Knudsen og ymiskar møguleikar. Móti endanum fór Klæmint Andrasson Olsen eisini út við knæskaða.

Nú skal NSÍ helst vinna á ósigraða KÍ í seinasta umfarinum, og um NSÍ skal yvirhálað aftur, so kann HB ikki fáa fult í Sarpugerði. 2. plássið gevu eina størri fíggjarliga upphædd og atgongd til 2. umfar í Conference League, um so er at KÍ vinnu steypafinaluna móti Víkingi.

Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í dag, sunnudagin 18. oktober

HB - NSÍ 3-0 (0-0)
63' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 1-0
68' Emil Grønn Pedersen (Mathias Voss) 2-0
90 (+8)' Jákup Thomsen (Heini Fossdalsá Sørensen) 3-0

Sí meira um dystin her

Hini úrslitini í dag:
KÍ - TB 6-0 (3-0)
FC Suðuroy - Víkingur 0-4 (0-2)
EB/Streymur - B36 1-3 (0-1)
B68 - 07 Vestur 1-1 (1-0)

Les eisini: Víkingur tryggjaði evopeiskt pláss - tað veður botngysari seinasta umfar

Støðan undan seinasta umfari:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder