Fótbóltur

Stórbærur og stórur NSÍ sigur

NSÍ vísti klassa og sendi HJK Helsinki heim við einum 4-0 tapi - eftir spæli og málmøguleikum burdi munurin verið størri, men grundarlagið fyri at gera arbeiðið liðugt í Finnlandi er væl og virðiliga lagt.

NSÍ-fagnaður setti sín dám á Djúpumýru í kvøld - her stórfegnast Fabian Ness eftit sítt fyrsta evropeiska mál (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ-fagnaður setti sín dám á Djúpumýru í kvøld - her stórfegnast Fabian Ness eftit sítt fyrsta evropeiska mál (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-10 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

-Fýra, fýra, fýra, fýra null....

NSÍ hevur í kvøld framt ein av teimum stóru evropeisku úrslitunum hjá føroyskum feløgum.

Gamaní var HJK Helsinki í undirtali tríggjar fjórðingar av dystunum - eftir reyða kortið í 23. minutti - men áðrenn tað hevði NSÍ leiðsluna og tamarhald, og aftaná løgdu teir í gulum og svørtum í krovið á finnum og skaptu eitt hav av málmøguleikum.

Les meira um 1. hálvleik her: NSÍ í dreymastøðu við Djúpumýru

Tað varð 2-0 fyri steðgin, og í 2. hálvleiki hevði NSÍ einar 5-6 heilt stórar málmøguleikar. Tann seinasti neyvleikin vantaði í summum førum, men spælið var ógvuliga gott, og tvær ferðir eftir stegðin bragdaði. 

Í báðum førum vóru tað flottir stútarar eftir framúr innlegg frá Jann Benjaminsen: Daniel Obbekjær og Klæmint Andrasson Olsen skoraðu málini og syrgdu harvið enaliga fyri flottum 4-0 sigri.

Fantastisku Guliganz og hinir áskoðararnir hugnaðu sær - onkur trúði næstan ikki sínum egnum eygum.

HJH Helsinki megnaði ikki at standa ímóti og skal finna nakað heilt annað fram í Finnlandi. Tá verður tað, helst, ellivu móti ellivu allan dystin og undir øðrum umstøðum, men liðið hjá Jens Wedeborg hevur skapt sær eitt framúr útgangsstøði til at koma víðari í Conference League.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0

Reytt kort: Jere Kallinen (23')

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder