Fótbóltur

Stórdystir á Old Trafford og Anfield í fyrsta umfari

Meistararnir skulu dystast móti Ajax.

2018-12-17 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lutakastið til fyrsta knock-out umfarið í Champions League háttaði seg soleiðis, at meistararnir, úr Real Madrid skulu dystast móti niðurlendska stórfelagnum Ajax, sum hevur vunnið kappingina fýra ferðir, seinast í 1995. Feløgini hava tilsamans vunnið kappingina 18 ferðir.

Størstu dystirnir í lutakastinum eru uttan iva teir millum Manchester United og PSG og teir millum Liverpool og Bayern Munchen. PSG hevur víst seg at verða millum allar bestu liðini seinastu tvey árini, meðan Manchester United hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir.

Bayern Munchen og Liverpool hava vunnið kappinga fimm ferðir hvør. Bayern Munchen vann kappingina í 2013, meðan Liverpool seinast vunnu í 2005. Liverpool tapti finaluna seinasta kappingarár.

Lutakastið háttaði seg so:

FC Shalke 04 – Manchester City

Atletico Madrid – Juventus

Manchester United – Paris Saint- Germain

Tottenham – Borussia Dortmund

Lyon – Barcelona

AS Roma – FC Porto

Ajax – Real Madrid

Liverpool – Bayern Munchen

placeholder
placeholder