Fótbóltur

Stórdystur á Old Trafford í kvøld

Tottenham fer á vitjan hjá Manchester United.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-27 16:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í kvøld verður stórdystur í Premier League, tá nummar 2 og 3 møtast á Old Trafford.

Manchester United tekur ímóti Tottenham í einum dysti, sum kann geva eina ábending um hvussu sterk hesa bæði liðini eru, nú Premier League fyri stutt byrjaði aftur.

Eftir tveir dystir hevur Manchester United trý stig. Eftir ein 2-1 sigur á Leicester City á heimavølli í fyrsta dystinum, tapti sigursvanda felagið 3-2 móti Brighton and Hove Albion á útivølli.

Tottenham hevur fult stigatal eftir tveir dystir. Í fyrsta dystinum vann Tottenham 2-1 á Newcastle á útivølli, áðrenn teir vunnu 3-1 á uppflytarunum úr Fulham á heimavølli.

Vinnur Tottenham í kvøld hongur liðið fast í teimum ovastu liðunum, sum hava vunnið allar sínar dystir. Hini liðini við fullum stigatali eru Liverpool, Chelsea og Watford.

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder