Seinasta umfar áðrenn lítla summarstegðin í Betrideildini er á skránni í dag. Talan er um 12. umfar - eitt umfar ið kann fáa stóran týdning fyri lagnuna hjá summum liðum í ár:
12. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 12.07
15.00:
B36 - KÍ
TB - NSÍ
ÍF - Skála
Víkingur - AB
19.00:
EB/Streymur - HB
Tá Betrideildini 2020 fór í gongd 9. mai vóru "umvendu" uppgerðirnar av hesum. Beint yvir tveir mánaðir seinni er stigatalvan hendan:
Støðan:
1. HB (28 stig)
2. NSÍ (26 stig)
3. KÍ (26 stig)
4. B36 (25 stig)
5. Víkingur (17 stig)
6. ÍF (16 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Tað er eyðsæð, at B36 - KÍ er ein lykladystur. Føroyameistararnir hava ikki megnað at vunnið á liðunum í topp-fýra í ár, hóast greiða yvirvág í stórum løtum í fleiri av teimum dystunum. B36 vann 2-0 í Klaksvík í 1. umfari men hevur ikki megnað at koppað HB og NSÍ.
Sonni Ragnar Nattestad er ikki tøkur hjá B36, men tað er umráðandi fyri liðið hjá Jákupi á Borg, at Eli Falkvard Nielsen er við aftur eftir leikbann. Hjá KÍ eru verjuleikararnir Odmar Færø og Ísak Simonsen úti, og ivasamt er, um liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen fær spælt 90 minuttir. Lagt er upp til ein tættan dyst á Tórsvølli, ið vit fylgja tætt.
KÍ skal reisa seg eftir stóra vónbroti móti HB í steypakappingini. 120 minuttir og brotssparkskapping kravdu nógv, men einki kom bruturúr hjá teimum bláu og hvítu (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ er uttan Petur Knudsen í dag, og brotið í økslini hjá vandamikla áleyparanum tað kann hava stóran týdning fyri dystin í Trongisvági. TB letur ikki nógv mál inn (15 í 11 dystum, umframt einki í steypakappingini), og Glenn Ståhl skal finna loysnina uttan Petur. Búi Egilsson spælir ikki á sínum gamla heimavølli - hann kundi annars verið ein avloysari men verður úti komandi tíðina orsakað av brákaðum rivjabeinum.
NSÍ vann 3-1 á TB, tá liðini hittust í 1. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Seinasti dysturin í umfarinum verður við Margáir. NSÍ hevur tvær ferðir seinastu átta dagarnar havt trupulleikar við EB/Streymi, og HB hevur seinastu vikurnar havt stórt baks við at vinna sum favorittur á útivølli. Tað hevur tó eydnast hjá oddaliðnum, sum mikukvøldið í Klaksvík aftur vísti, at liðið hevur ein eginleika at fáa ætlaða úrsliti hóast truplar umstøður.
HB vann 1-0 á EB/Streymi í 1. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tveir dystir verða bríkslaðir í gongd klokkan 15, ið eru staðsettir stutt frá hvørjum øðrum. Víkingur, sum í 1. umfari spældi málleysan javnleik á Argjum, skal vinna á AB í Sarpugerði fyri at fylgja við ovaru liðunum. Higartil í ár hevur tað gingið heldur striltið hjá Víkinigi at koppa niðaru liðunum, men seinast endaði tað 0-4 á Skála. ÍF er favorittur á heimavølli móti Skála, ið bert hevur eitt stig higartil. Fuglfirðingar hava eftir eina góða gongd tapt tveir dystir á rað (1-2 heima móti HB í 11. umfari og í 1-0 steypadystinum í Trongisvági mikudagin)
Mynd: Jens Kr. Vang
Vit fylgja gongdini frá øllum dystunum í 12. umfari á forsíðu okkara. Vit hava eisini myndir, samrøður og dystarfrásagnir av Tórsvølli og úr Streymnesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald