Fótbóltur

Stórdysturin er í Klaksvík

Arvafíggindarnir skulu stríðast um at verða verandi í oddastríðunum - B36 og NSÍ kunnu trekkja frá við favorittsigrum á heimavølli.

KÍ og HB skulu stríðast um ikki at detta úr FM-stríðnum - Ari Mohr Olsen hevur avgjørt tríggjar útav teimum seinastu fýra dystunum hjá HB í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og HB skulu stríðast um ikki at detta úr FM-stríðnum - Ari Mohr Olsen hevur avgjørt tríggjar útav teimum seinastu fýra dystunum hjá HB í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-01 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at valúrslitini vórðu kunngjørd kring landið í gjár, skulu úrslitini í 21. umfari í Betrideildini nú finnast. Her er tað serliga eitt úrslit, sum stórur spenningur er um, og sum kann fá stóran týdning fyri liðini og oddastríðið: 

Betrideildin, 21.umfar
01.09

15.00: 
B36 - Skála 
KÍ - HB
TB - AB

17.00: 
Víkingur - ÍF

19.00: 
NSÍ - EB/Streymur

Støðan:
1. B36 (47 stig) 20 dystir
2. NSÍ (45 stig) 19 dystir
3. KÍ (42 stig) 19 dystir
4. HB (41 stig) 20 dystir
5. Víkingur (38 stig) 20 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 20 dystir
8. AB (11 stig) 20 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 20 dystir
10. ÍF (6 stig) 20 dystir


Hetta er seinasta umfar undan landsliðstegðinum. Eftir steðgin fer endaspurturin í gongd, har nógvir stórdystir eru í væntu.

Í dag skulu KÍ og HB royna at halda sambandið við NSÍ og B36. Eftir at HB var omaná í spæli og møguleikum móti hesum báðum liðunum í dystunum í august men bert fekk javnleik í báðum, skulu trý stig nú á kontoina hvørjaferð, um FM-dreymurin ikki skal hvørva. NSÍ og B36 tapa ikki (ósigraði í ávíkavist 14 og 13 dystum) og vinna sum oftast. Seinasta vikuskifti setti HB Víking av eftir 3x Adrian Justinussen, og KÍ kom aftur á sigurskós eftir tveir dystir uttan sigur á heimavølli. 

[object Object]
(Adrian Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen)

Hvørgan av liðunum hevur ráð til at tapa í dagsins klassikara, og javnleikur telur ikki nógv upp, so tað vera tvey sera uppsett lið, ið fara inn á vøllin við Djúpumýru í dag - inntesiteturin verður helst í lagi. HB og Heimir Guðjónsson hava yvirtakið í innahýsis dystum: Síðani KÍ vann 3-0 í Gundadali í 1. umfari í fjør, hevur HB vunnið tríggar útav fýra dystum móti KÍ, umframt sent liðið hjá Mikkjal Thomassen út úr hálvfinaluni í steypakappingini. Í seinastu fimm dystunum millum liðini við Djúpumýru (í lands- og steypakapping) hevur KÍ ikki skorað, fyriuttan eitt troystarmál í yvirtíðini, tá HB tryggjaði sær FM í Klaksvík í fjør. 

[object Object]
(Seinast HB var í Klaksvík spældi liðið seg í steypafinaluna, og fyrrverandi KÍ-leikarin, Hørður Askham, kundi fegnast - Mynd: Sverri Egholm)  

Hjá teimum bláu og hvítu er tað tó sera jaligt, at Semir Hadzibulic er við aftur, og at Simen Sandmæl allarhelst spælir aftur. Hetta kann fáa stóran týdning. Deni Pavlovic situr sín sætta og seinasta dyst uttanfyri við leikbanni.

[object Object]
(Skaðar hava hildið norðmanninum úti so at siga allan august, men í dag verður Simen Sandmæl helst at síggja á vølinum aftur - Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur higartil vunnið allar 12 dystirnar móti liðum í botn-fýra, harav tveir teprar móti Skála. Tað verður ikki ein løtt uppgáva hjá Jákup á Borg og hansara monnum, men um B36 skal halda fast í oddasessinum er ein sigur aftur í dag helst eitt krav.

[object Object]
(Brian Jakobsen, ið avgjørdi dystin á Skála í 10. umfari, skal aftur í dag spæla móti gomlu liðfeløgunum - Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

NSÍ tekur í kvøld ímóti EB/Streymi, og har er heimaliðið risafavorittur. Liðið hjá Guðjóni Tórðarssyni er sera effektivt og hevur ein áleypara við navninum Klæmint Andrasson Olsen. Seinast liðini hittust, vann NSÍ 8-1 á Eiði. Runavíkingar vita áðrenn teir fara á vøllin í kvøld, um úrslitini fyrr í dag hava hjálpt teimum.

[object Object]
(Áðrenn hann aftur skal royna seg við landsliðnum, skal Klæmint Andrasson Olsen royna at skora fleiri mál fyri NSÍ - higartil í ár hevur hann heili 23 - Mynd: Sverri Egholm)

Í Sarpugerði er grannuppgerð - har er Víkingur stórfavorittur, hóast niðurtúrin eftir summarstegðin. Um Víkingur skal í topp-fýra, skal slíkur dystur vinnast. ÍF fekk ein javnleik móti TB seinast, og eftir at 07 Vestur tapti fríggjakvøldið er uppaftur meira ivasamt, um nakað lið flytir upp í Betrideildina.

[object Object]
(Víkingur og ÍF hittust í Sarpugerði í 1. umfari - í undirhaldandi dysti vann Víkingur 3-0)

AB hevur ikki megnað at bast TB í ár, og í dag eru tvørámenn favorittar á heimavølli. Argjamenn skulu tó royna at nærkast TB og koma heilt burtur frá botnstríðnum. 

Vit fylgja gongdini í teimum trimum dystum á forsíðu okkara. Vit fylgja serliga dystinum í Klaksvík, har vit eisini hava myndir frá, og taka samanum um, so hvørt sum dystirnir eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder