Tað varð útselt beinanvegin, tá lutfalsliga fáu atgongumerkini til Føroyar - Norðurmakedónia vórðu sett til sølu í februar. Í hesum døgum síggjast eisini nógv sóknast eftir atgongumerki til fyrra dystin hjá føroyska manslandsliðnum um HM-pláss.
Sí eisini: Útselt eftir tveimum minuttum
Hetta er á sosialu miðlunum, har fleiri spyrja um onkur ikki hevur eitt ella fleiri atgongumerki at selja. Tað eru bert pláss fyri umleið 1.800 fólkum á Hálsi, men tað ber eisini til at njóta dystin á stórskíggja saman við øðrum spentum føroyingum skamt har frá.
Heimasíðan berlin.fo, har ymisk kunning kemur út, boðar frá, at dysturin verður vístur á stórskíggja í OY. Hetta er á Falkavegnum, har telt helst eisini verður sett upp.
Frá klokkan 16 verður upphiting á skránni við Eyðuni og Terja, umframt RSP - eins og tað var til EM-dystirnar í Berlin.
Harvið verður helst gott lag áðrenn, undir og eisini aftaná dystin, tá tiltakið í OY heldur fram. Ein stór fjepparætlan er eisini løgd fyri dystin, boða fyriskipararnir frá.
Les meira: Stór upphiting undan heimadystinum móti Norðurmakedonia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald