Í teimum kátu Berlin-døgunum í kuldanum í januar savnaðust túsundtals føroyingar um hondbóltsmenninar. Sum upphiting til teir tríggjar EM-dystirnar hjá Føroyum skipaðu fleiri stórstuðlar fyri stórum upphitingartiltaki í týska høvuðsstaðnum.
Har var millum annað andlitsmáling og heilt gott lag. Føroyskir tónleikarar settu sín dám á.
Nú verður hendan uppskriftin endurnýtt. Hetta skrivar berlin.fo á serstøku heimasíðuni.
Tað eru Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways, ið skipa fyri upphiting í OY áðrenn týðandi dystin móti Norðurmakedónia, mikudagin 8. mai.
Eins og í Berlin, fara Eyðun & Terja og RSP at hita upp við tónleiki á pallinum og faa lív í fjøldina.
Andlitsmáling verður at fáa. Fyrireikararnir boða eisini frá ókeypis atgongd á Falkavegi 4, um ein er í einari føroyskari landsliðsblusu.
Sambært berlin.fo kemur ein sonevnd fjepparaætlan til sjálvan dystin, og "after party" verður í OY aftaná.
Vinna Føroyar samanlagt á Norðurmakedónia í næstu viku, so skulu hondbóltsmenninir spæla HM-endspæl í januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald