Í stórsteypadystinum, í steypakappingini og í landskappingini. HB hevur higartil vunnið allar innanhýsis uppgerðirnar móti arvafíggindanum úr Klaksvík í ár.
Her er vent í holuni, í mun til fýra tey seinastu árini, har KÍ hevur verið samanlagt greitt omaná í innanhýsis dystunum og eisini sitið á Betrideildini síðani júst HB vann FM í 2020.
Í løtuni eru tað serliga HB og Víkingur, ið kappast um føroyameistaraheitið. KÍ hongur enn í, men dysturin í Gundadali kann ikki tapast og skal helst vinnast. KÍ hevur verið heldur skinklandi í 2024 og hevur nógvar skaðar og fleiri leikbann. Millum annað hevur miðverjin Cedric Yambere leikbann. René Shaki Joensen og Patrick Da Silva eru ivasamur.
Bartal Wardum er skaddur, og hetta kann verða smeitur fyri HB. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur víst støðufesti og hevur bert tapt ein kappingardyst í ár: 15. mars í Sarpugerði. Uppgerðin í dag kann staðfesta, at HB hevur ræðið á KÍ aftur, og kann hon senda trífaldu føroyameistararnir úr FM-stríðnum.
HB omaná í Klaksvík síðsti í apríl, tá steypadystur var millum liðini (Mynd: Sverri Egholm)
Tríggir dystir byrja klokkan 15. Allir eru í Eysturoynni. Magne Hoseth skal hava sín fyrsta landskappingarsigur við B36 í Fuglafirði. ÍF hevur ongan dyst vunnið í ár. Tað endaði 4-4 í dystinum millum liðini síðst í apríl.
B68 og EB/Streymur tørva stig í botninum, men ilt at ímynda sær at tey koma í Sarpugerði og við Løkin. Serliga trupult verður tað hjá B68 móti víkingunum, sum kunnu - íhvussu er fyribils - einsamallir taka oddasessin.
Víkingur vann 2-0, tá B68 vitjaði í Sarpugerði fyrr í ár. Tórður Thomsen og liðfelagarnir skulu royna at verja fyri víkingunum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
14. umfar í Betrideildini
Í dag, sunndagin 23. juni
15.00:
ÍF - B36
Víkingur - B68
NSÍ - EB/Streymur
17.00: HB - KÍ
Í morgin, mánadagin 24. juni
19.00: Skála - 07 Vestur
Mynd: portal.fo - til ber at fylgja gongdini í øllum dagsins dystum á forsíðu okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald