Fótbóltur

Stórfegnast um meistaraheitið - ikki nøgdur við spælitíðina

- Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum men eri opin fyri at síggja um okkurt spennandi kemur mín veg, sigur Patrik Johannesen tveir dagar eftir, at tvørmaðurin hevur verið við at vunnið íslendska meistaraheiti.

Patrik Johannesen spældi tvey ár í KÍ, áðrenn hann tíðliga í 2021 fór til Noregs at spæla. Nú hevur tvørmaðurin spælt trý ár í Íslandi, har helst fyrsta árið - áðrenn søluna - var gott persónliga. Álvarsamur knæskaði hevur verið við at órógva í Kópavági, men nú eigur hann so eitt gullmerki afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen spældi tvey ár í KÍ, áðrenn hann tíðliga í 2021 fór til Noregs at spæla. Nú hevur tvørmaðurin spælt trý ár í Íslandi, har helst fyrsta árið - áðrenn søluna - var gott persónliga. Álvarsamur knæskaði hevur verið við at órógva í Kópavági, men nú eigur hann so eitt gullmerki afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-29 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sjálvandi ein fantastisk kensla at blíva meistari. Eg haldi eisini, at vit vóru omaná allan dystin sunnukvøldið, og at tað er fult uppiborið, at vit standa eftir sum meistarar.

Hetta sigur Patrik Johannesen við Portalin. 29-ára gamli tvøramaðurin er íslendskur meistari við Breiðablik. Hetta gjørdist greitt eftir trygga 3-0 sigurin á  Víkingi Reykjavík í Reykjavík sunnukvøldið.

Sí eisini: Patrik Johannesen er íslendskur meistari

Hetta er annað árið á rað, at ein føroyingur verður íslendskur meistari - í fjør vóru tað júst Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík. Sum vera man, so var lagið gott á "blikunum" eftir dystin

- Tað var eitt stórt ball á okkara stadion aftaná dystin. Vit leikmenn fóru ein túr framvið at heilsa uppá, og so fóru vit yvir í høvuðsbygningin hjá Breiðablik at eta og feira meistaraheiti saman. Vit hava teir bestu áskoðarnar í Íslandi, tað er eingin ivi í tí, staðfestir Patrik Johannesen.

[object Object]
Patrik Johannesen fegnast um eitt av sínum báðum málum í landskappingini í ár. Samanlagt hevur føroyingurin verið inni í 17 dystum, men minuttalið er ikki so høgt (Mynd: fotbolti.net)

Um hann fer at spæla fyri teimum aftur næsta ár er ivasamt. Tá vit spyrja Patrik um framtíðina, dylur hann ikki fyri at spælitíðin - samanlagt 17 dystir men ikki so nógvir minuttir - ikki eru nøktandi.

- Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við spælitíðina hjá mær í ár. Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við Breiðablik men eri opin fyri at síggja um okkurt spennandi kemur mín veg.

Er tað til dømis ein møguleiki at venda aftur til Føroyar at spæla.

- Eg eri opin fyri øllum, men tað skal sjálvandi vera tað rætta fyri meg, sigur Patrik Johannesen at enda.

Hann er uppvaksin í TB og hevur eisini umboðað FC Suðuroy, AB, B36 og KÍ í Føroyum. Í Noreg hevur Patrik spælt fyri Florø (næstbesta deildin) og Egersunds (triðbesta deildin).

Patrik Johannesen fór fyri aðru ferð til Noregs at spæla í 2021.Í 2022 skifti hann til Keflavík í bestu íslendsku deildini. Har stóð áleyparin seg væl, og meistaraliðið Breiðablik keypti føroyska landsliðsspælaran leysan. Ein álvarsami knæskaði á vári í fjør hevur gjørt, at tað ikki hevur verið so gott sum ætlað persónliga hjá Patriki í Kópavági.

[object Object]Patrik Johannesen hevur samanlagt spælt 24 A-landsdystir fyri Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder