Hann var ikki mjúkur at strúka hjá føroyingunum í útidystinum í 2022, og Andreas Wolff gav eisini GOG stórar trupulleikar eftir steðgin í dag.
"Stóri óndi úlvurin ger tað aftur" - the big bad Wolf(f), sum Tormóður Petursson Djurhuus, frásøgumaður tók til.
Wolff spældi ein frálíkan dyst, tá Føroyar og Týskland spældu HM-røkkstøkkdyst í Kiel í 2022. Hann vitjaði í Føroyum nakrar dagar seinni, og nú var Wolff aftur í Føroyum. Hetta eftir seinking vegna mjørka í Vágum.
- Eg skilji, at vit hava fingið "føroysku heildarupplivingina": Seinkað í flogferðsluni, úti og róð og alt møguleiki, helt Andreas Wolf fyri.
- Her hevur verið deiligt og stuttligt at uppliva huglagið í høllini. Føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv, tað er eyðsæð, sigur royndi málverjin.
![]()
Domen Makuc tummil niður men Wolff tummil upp, hóast THW Kiel hóskvøldið gjørdust veðurfastir í Aalborg (Mynd: THW Kiel)
![]()
Tíbetur komu teir hjá THW Kiel til landið - í 2022 spældi Wolff HM play-off dyst á Hálsi, sum Týskland vann (Mynd: Sverri Egholm)
Hann er ein av bestu málverjunum í heiminum, og tað hevur 35-ára gamli týskarin verið í nógv ár nú. Og "úlvurin" metir, at Elias Ellefsen á Skipagøtu kann koma heilt upp í heimselituna:
- Hann er ein av teimum mest evnaríku spælarunum, sum er. Og hann kann gerast ein av heimsins allarbestu spælarum. Einstaklingaevnini hjá Eliasi eru...skal ikki siga sum hjá nøkrum øðrum, men ógvuliga fáir hava slík, sigur liðfelagin hjá 24-ára gamla føroyinginum.
THW Kiel-málverjin staðfestir tó, at Elias á Skipagøtu skal gerast meira disiplineraður og spæla uppaftur meira við liðnum,
Um liðið í ár, sigur Andreas Wolff, at har er størri breidd og nógv dygd. Og hetta sást móti GOG í dag, heldur hann.
![]()
Kiel stríddist fyri at hava tamarhald á Óla Mittún - her eru Duvnjak og Mittún í nærdysti. Aftanfyri sæst Wolff
![]()
Nógv rósandi orð - og eisini ráð - vóru til Elias Ellefsen á Skipagøtu (Myndir: Jens Kr. Vang)
Myndir: Ellefsen á Skipagøtu vann systkinabarnuppgerðina
Portalurin fangaði Andreas Wolff, eftir at málverjustjørnan hevði skrivað eina rúgvu av autografum og tikið myndir. Hoyr samrøðuna ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald