Fótbóltur

Stórsigrar til ovaru liðini

Liðini í ovaru helvt av stigatalvuni vunnu trivaligar sigrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-19 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Málið til 3-0 í Klaksvík. Upptøka: Birgir Waag Høgnesen)

Fimm greiðir favorittar vóru undan teimum fimm dystunum, sum verða leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti seinnapartin.

Fýra av teimum eru lidnir, og einki óvæntað hendi. KÍ vann 4-0 ímóti 07 Vestur, NSÍ vann 7-2 ímóti TB, B36 vann 5-0 ímóti ÍF og Víkingur vann 3-1 ímóti B68.

Sostatt eru ikki nakrar stórvegis broytingar á stigatalvuni. Um EB/Streymur kann gera HB fortreð, tá liðini hittast á Tórsvølli klokkan 18.

KÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
21’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
29’ Árni Frederiksberg 2-0
76’ Jóannes Bjartalíð 3-0
84’ Jóannes Bjartalíð 4-0 (br.)

Víkingur - B68 3-1 (3-0)
10’ Noah Mneney 1-0
35’ Andreas Lava Olsen 2-0
40’ Jákup Johansen 3-0
61’ Andri Benjaminsen 3-1

B36 - ÍF 5-0 (2-0)
4’ Sebastian Pingel 1-0
37’ Hannes Agnarsson 2-0
49’ Bjarki Nielsen 3-0
90’ Sebastian Pingel 4-0
90’ Martin Agnarsson 5-0

NSÍ - TB 7-2 (3-0)
5’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
15’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0
28’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0
49’ Samudeen Musah 3-1
55’ Aron Knudsen 4-1
57’ Klæmint Andrasson Olsen 5-1
65’ Atli Djurhuus Petersen 6-1
75’ Sascha Schmaiz 6-2
90’ Tróndur Jensen 7-2

HB - EB/Streymur (kl. 18:00)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 50 stig (22 dystir)
3. HB 40 stig (20 dystir)
4. B36 39 stig (22 dystir)
5. NSÍ 35 stig (23 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (22 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (21 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder