Annað

Stórsigur í útsettum dysti

Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.

Vágamenn leggja oddaliðið úr Havnar Telvingarfelag undir trýst.

Vágamenn leggja oddaliðið úr Havnar Telvingarfelag undir trýst.

2024-11-28 13:51 Author image
Innsent
placeholder

Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1. deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum í gjárkvøldið.

Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.

1. deild (4. umfar)
Sandavágur - Klaksvík (B) 3½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Haldur S. Johansen 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Wille Olsen ½ - ½
Jón í Horni Nielsen - Rani Nolsøe 1 - 0
Torkil Nielsen - Tummas M. Sólsker 1 - 0

Støðan í 1. deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 5
Kollafjørður 3½

Kappingin liggur nú still til eftir nýggjár. Fimta umfar er 12. januar. Tá bresta oddaliðini Havnin og Sandavágur saman í fyrra sínamillum dystinum. Roknast kann við, at Rógvi Egilstoft verður við á liðnum hjá Sandavági til toppdystin í fimta umfari.

Fleiri dystir í hinum deildunum, sum vórðu útsettir fyri veður sunnudagin, eru framvegis ikki telvaðir. 

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder