Hondbóltur

Stórsigur til H71 í fyrstu finaluni

Tíggju mál á muni í fyrstu FM-finaluni millum H71 og KÍF.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-03 18:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kollfirðingar skulu vera glaðir fyri at tað ikki eru málini, sum telja í FM-finalunum. Í fyrstu FM-finaluni millum H71 og KÍF, sum varð leikt seinnapartin vunnu hoyvíkingar við tíggju málum, 29-19.

Hálvleiksstøðan var 13-10 til H71.

Hetta er fyrsta finalan av fimm møguligum, og tí er alt framvegis opið tá liðini hittast aftur í aðru finaluni mikukvøldið.

Onnur finalan verður mikudagin klokkan 19.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder