Annað

Stórsigur til Ongland

Ongland er víðari eftir 6-1 sigurin í Niszhy Novgorad í dag. Harry Kane er nú toppskjútti í kappingini.

Kane og hinir kundu fegnast um trygga sigurin á Panama

Kane og hinir kundu fegnast um trygga sigurin á Panama

2018-06-24 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesaferð var eingin slingur í valsinum hjá Ongldandi. Ímóti Tunesia avgjørdi Ongland dystin heilt ímóti endanum, men í dag var alt avgjørt áðrenn fyrri hálvleikur var liðugur. Ongland vann 6-1 , og í hálvleikinum var longu 5-0. Hetta var størsti sigurin hjá Onglandi í einum HM-endaspælið nakrantíð.

Til EM-endaspælið í 2016 varð flent eftir deyðbóltunum hjá Onglandi. Orsøkin var, at núverandi liðformaðurin Harry Kane tók sær av hornaspørkum og fríspørkum. Stóri áleyparin skeyt nakrar láturligar deyðbóltar í Fraklandi, sum Ongland einki fekk burturúr.

Nú eru Gareth Southgate og hansara menn komnir til, og tað er vent í holuni. Í dystinum ímóti Tunesia komu bæði málini í samband við hornaspørk. Í dag komu fýra av teimum fimm málunum í 1.hálvleiki uppá deyðbóltar. Hesaferð leveraði Harry Kane við tveimum sera tryggum brotsspørkum. Eitt mál kom uppá hornaspark og eitt eftir eina frálíka frísparkskombinatión

Tað byrjaði í 8.minutti, tá John Stones drønstútaði eitt horna frá Kieran Tripper í málið. Panama royndi at svara aftur, men liðið hjá Gareth Southgate hevði gott tamarhald, og miðskeiðis í hálvleikinum varð Jesse Lingard klossut koyrdur umkoll av Fidel Escobar í brotsteiginum. Kane smekkaði brotsparkið upp í vinstra málhorn, og so var 2-0. Mótbrekkan var nú tung hjá Panama, og tíggju minuttir fyri hálvleik lukkaði Lingard dystin. Hann brendi fleiri upplagdar møguleikar í fyrsta dystinum, men nú spældi hann gott bandaspæl við Raheem Sterling, og úr stórum tjúgu metrum mitt fyri smekkaði hann til. Eitt frálíkt langskot, men enska liðið var ikki liðugt enn í 1.hálvleiki.

Fimm minuttir fyri hálvleik fekk Ongland fríspark, og eftir eitt lobb og ein stútara yvirum gjørdist Sterling púra fríur. Stútarin varð bjargaður, men Stones fylgdi upp og gjørdist tvífaldur málskjútti. Í yvirtíðini varð Stones hálaður niður í samband við eitt hornaspark, og so skeyt Kane í júst sama stað sum hann gjørdi við fyrra brotssparkið. Tvey sera trygg brotsspørk og Kane uppá síðuna hjá Ronaldo og Lukaku á toppskjútalistanum. 5-0 í hálvleikinum og ensku fjeppararnir í Nizhny Novgorad vóru syngjandi, lívligir og fegnaðust.

Panama sá ikki gott út í 1.hálvleiki uppá nakran máta. Óskipað, ósympatiskt orsakað av ónollum og sera nóguvm óneyðugum grenji um so at siga alt, og ikki nakað gott spæl. Men Panama sá betur út í 2.hálvleiki. Ongland fór niður í gear, og í 2.hálvleiki var myndin nógv tann, at Ongland spældi bóltin runt uttan at skapa nakað, og Panama stóð og bíðaði. 6-0 málið kom tó eftir ein tíma, tá nýggi maðurin í byrjanaruppstillingini, Ruber Loftus-Cheek smekkaði til. Bóturin rakti hælin hjá Harry Kane og snýtti málverjan. Eingin ivi um, hvør átti hetta málið. Hattrik, og nú er liðskiparin hjá Onglandi ovast á toppskjútaralistanum.

Kane varð tikin út beint eftir málið, og generelt spardi Ongland seg við ikki at brúka nógva orku í 2.hálvleiki. Panama helt á at stríðast, og fekk so sítt fyrsta HM-mál nakrantíð í 78.minutti. Ongland dekkaði yvirhøvur ikki upp í samband við eitt frísparksinnlegg, og so kundi 37-ára gamli Felipe Baloy stýra bóltinum í málið. Hetta hevði sera stóran fagnað við sær hjá áskoðarunum hjá Panama, og genrelt var stemningurin sera góður í Nizhny Novgorad.

Tað hendi ikki nógv afturat í dystinum; Ongland er sum væntað víðari, og Panama er sum væntað úti. Ongland skal mikudagin spæla um fyrstaplássið í bólkinum. Ongland og Belgia hava bæði 6 stig og 8-2 í málúrtøku.

Ongland – Panama 6-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder