Fótbóltur

Størsta tapið hjá KÍ í níggju ár

Ikki síðani dystin móti AIK í Stokkhólmi í 2017, hevur KÍ tapt við fimm málum. Vegna ógvuliga tætta dystarskrá noyðist liðið hjá Magnusi Powell at reisa seg skjótt.

Tað er sjálvdan, at KÍ er fyri ósigri á heimavølli í evropeisku kappingunum - eisini tá spælt verður á Tórsvølli. Og tað er ógvuliga sjálvdan, at liðið tapir stórt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er sjálvdan, at KÍ er fyri ósigri á heimavølli í evropeisku kappingunum - eisini tá spælt verður á Tórsvølli. Og tað er ógvuliga sjálvdan, at liðið tapir stórt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-15 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sjálvdan, at KÍ er fyri ósigri á heimavølli í evropeisku kappingunum - eisini tá spælt verður á Tórsvølli.

KÍ hevur bygt sterka siðvenju og grundvøll upp, men hóast nógvar góðar møguleikar móti pólska meistaraliðnum í gjár, skramblaði hetta saman móti endanum fríggjakvøldið, tá dysturin var vorðin "leysari".

Les eisini: Hvassara meistaraliðið vann stórt á Tórsvølli

Tað endaði 0-5, og Lech Poznan er víðari í Europa League, meðan KÍ hóskvøldið skal spæla í Conference League móti Riga FC. Fyrri dysturin verður spældur í Klaksvík 20. august.

Í umfarinum stendur deildarspæl uppá spæl, men áðrenn skal KÍ spæla landskappingardyst á Argjum. Hetta verður mánadagin, og er talan tað Ein dystarskrá sum man í KÍ ikki er nøgdur við.

Árni Frederiksberg: - Tað vantar orka í liðnum - tað er sjón fyri søgn (Video)

[object Object]

[object Object]
Poznan gagnnýtti sínar møguleikar, tá KÍ gjørdi mistøk og gav pláss (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Tunga KÍ-kvøldið á Tórsvølli

At tapa við fimm málum er ógvuliga óvanligt fyri KÍ - serliga í nýggjari tíð. Tað móti Lech Poznan í gjár var tað fyrsta síðani 6. juli 2017 í Stokkhólmi.

Hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at KÍ var í evropeiskari kapping. Tað gekst væl við málleysum javnleiki í heimadystinum - tá á ovara vølli í Gundadali - men á stóra leikvøllinum hjá svenska stórfelagnum var stórur munur: 4-0 eftir 23 minuttir, 5-0 í steðginum og AIK vann 5-0.

Síðani hevur KÍ í minsta hildið so at siga allar uppgerðir í Evropa tættar tað mesta av vegnum: Í 2022 tapti liðið 3-0 móti Bodø/Glimt í Noreg.

Í landskappingini hevur størsta tap felagsins seinastu árini verið 6-2 fyri B36 á Tórsvølli. Hetta var í 2020, tá KÍ fekk tvey reyð kort í 2. hálvleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder