2020-11-18 07:22
Spania og Týskland spældu í gjárkvøldið um fyrsta plássið í bólki 4 í Deild A í Nations League, ið eisini gevur atgongd Final Four endaspæli í kappingini, har vinnararnir úr bólkunum í Deild A luttaka.
Spaniólar vunnu dystin heili 6-0, eftir at hava verið á odda 3-0 í steðginum. Manchester City leikarin Ferran Torres var heilt stóri leikarin hjá spaniólum og skeyt trý av málunum. Hini málini skutu Álvaro Morata, Rodri og Mikel Oyarzabal.
Ósigurin hjá týskarum er tann størsti síðani 1931 tá teir taptu við seks málum ímóti Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald