Fótbóltur

Stórt deyðbóltskríggj við Djúpumýru - púra javnt samanlagt

Málveitsla er í Klaksvík, har fýra mál komu uppá 18 minuttir og fimm mál eru komin samanlagt. Tíverri fyri KÍ hevur útiliðið skorað trý av teimum, men Deni Pavlovic fekk í yvirtíðini javnvág í samanlagt.

Árni Frederiksberg hevur lagt upp til bæði málini hjá KÍ við framúr fríspørksinnleggum - fyrru ferð fann hann høvdið á Odmari Færø (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg hevur lagt upp til bæði málini hjá KÍ við framúr fríspørksinnleggum - fyrru ferð fann hann høvdið á Odmari Færø (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-15 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

RFS úr Lettlandi roynir í løtuni at oyðileggja evropeisku byrjanarveitsluna við Djúpumýru og var í tjúgu minuttir á veg víðari eftir tvey tøtt mál.

Við málið frá Deni Pavlovic í yvirtíðini er nú púra javnt samanlagt, og harvið er spenningurin stórur.

Øll málini í dystunum eru komin í samband við deyðbóltar av onkrum slagi: Útiliðið hevur skorað uppá hornaspark og frísparksinnlegg, har ein risastórur leikari hjá útiliðnum í báðum førum næstan heilt ótarnaður hevur fingið beint bóltið í málið - í samband við 0-1 málið kom Mathias Rosenørn heldur illa út. 1-3 málið kom í samband við málspark, ið KÍ-verjan ikki fekk beint burtur - fyrst miðverjan í nærdystinum, síðani Jóannes Kalsø Danielsen tá hann skuldi rudda burtur, og so gjørdist kviki Emerson Santana púra fríur við málverjanum og var ísakaldur.

Áskoðarnir hjá KÍ hava tvær ferðir av álvara fingið stórfegnast. Í báðum førum hevur tað verið eftir hørð og góð frísparksinnlegg frá vælupplagda Árna Frederiksberg. Fyrru ferð fann hann høvdið á Odmari Færø heilt úr miðkringinum, og verjuleikarin stútaði bóltin væl í málið til 1-1. Hetta var fyrsta málið í evropeiskari kapping hjá 31-ára gamla verjuleikaranum í sínum dysti nummar 24 av slíkum slagi. Málið hjá Deni kom eftir innlegg úr vinstru - hetta var fjóðra evropeiska málið hjá serbanum.

UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru 
KÍ - RFS (2-3) - 5-5 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3

Fylg við støðuni á forsíðu okkara. Eftir dystin taka vit samaunum og gera samrøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder