Í samband við landsdystin sunnudagin ímillum Føroyar og Maldova, verður skipað fyri góðari upphiting fyri fótbóltsglaðar familjur.
Upphitingin byrjar longu frá kl15.00 í gundadalshøllini, har bæði hoppiland, barnaundirhald, og ókeypis pylsuvognur verður. Afturat hesum verður møguleiki eisini fyri andlitsmáling, áðrenn leiðin gongur á Tórsvøll at heppa uppá Føroyar.
Gundadalshøllin er opin frá kl.15.00 - 16.30, og tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum. Tó krevst atgongumerki til landsdystin Føroyar og Maldova fyri at sleppa inn. Enn ber til at tryggja sær atgongumerki til dystin og familjutiltakið á nethandlinum hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald