Fjepprarafelagið hjá føroyska landsliðnum ger nógv burturúr, nú danir vitja á Tórsvølli í kvøld í HM-undankappingardysti.
Skipað verður fyri stórari upphiting á parkeringsøkinum niðanfyri Tórsvøll. Tiltakið byrjar longu klokkan 14, tá sølubásar, pylsuvognur og annað letur upp.
Klokkan 15 verður fótbóltskviss, og ymsar aðrar kappingar verða eisini. Ymsir fyrrverandi landsliðsspælarar vitja og tónleikarar framføra.
Eisini verður møguligt at veruliga koma í rætta lagið og vera málaður um andlitið.
Klokkan 19:25 verður skrúðgonga yvir á Tórsvøll. Dysturin byrjar klokkan 19:45.
Skansin heitir allar áskoðarar til landsdystin í kvøld um at brúka sína rødd og klappa hart. Um at reisa seg upp og syngja við, og at koma í hvítari blusu. Til ber at keypa blusur frá Skansanum uttanfyri Tórsvøll í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald