Fótbóltur

Stórt fótbóltskvøld á FM1 og Portalinum

Frá klokkan 18 verður upptakt av Tórsvølli, har Pætur Nolsøe fær ymiskar gestir. Klokkan 19.45 sigur Trygvi Absalonsen frá Føroyar - Montenegro. Beinleiðis bloggur og annað verður á Portalinum.

Pætur Nolsøe á Tórsvølli - hann verður til reiðar klokkan 18 saman við øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Nolsøe á Tórsvølli - hann verður til reiðar klokkan 18 saman við øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-09 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt spenanndi fótbólts- og heystarhóskvøld er fyri framman. Vindurin fer at minka, so at áskoðaraumstøðurnar burdi verið fínar á Tórsvølli, har Føroyar og Montenegro stríðast um týðandi stig í bólkinum.

3. plássið er uppá spæl, og hóast tað ikki gevur nakað pláss til HM-endaspælið, so kann tað hava stóran týdning fyri styrkismeting framyvir; umframt sjálvskensluna og annað sum ikki er so ítøkiligt men kortini týdningarmikið.

Føroyar skulu gagnnýta heimavøllin og byggja víðari á tey góðu tingini seinasta lítla árið.

FM1 og Portalurin fara at fylgja gongdini á Tórsvølli tætt.

Klokkan 18 reikar Pætur Nolsøe fyri upptakssending á FM1. Har vera gestir, sum fara at seta orð á væntanir og annað undan HM-undandystinum.

Stutt fyri klokkan 19.45 verður sett til ovastu hædd á Tórsvølli, har Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen sita klárir at siga frá gongdini í Føroyar - Montenegro.

Á Portalinum verður beinleiðis bloggur upp til dystin og undir dystinum, og aftaná taka vit samanum - við teksti, myndum og samrøðum. 

Til ber at lurta eftir FM1 her

[object Object]Trygvi Absalonsen í Montenegro í mars, har Føroyar taptu 1-0 eftir mál í yvirtíðini (Mynd: Sverri Egholm)

Sí meira landsliðstilfar á Roysni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder