Tríggir teir fyrstu dystirnir í 11. umfari í Betrideildini verða spældir í kvøld. Í tveimum av dystunum er eitt av oddaliðunum á heimavølli og í leikluti sum stórfavorittur - serliga HB. Hin dysturin er millum tvey lið, sum stríðast um 4. plássi.
Betrideildin menn, 11. umfar
Í dag, leygardagin 25.05
17.00:
HB - ÍF
NSÍ - B36
19.00: Víkingur - 07 Vestur
Í morgin, sunnudagin 26.05
15.00:
KÍ - B68
EB/Streymur - Skála ÍF
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 27 stig
2. HB 27 stig
3. KÍ 24 stig
4. NSÍ 18 stig
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
Tað er NSÍ, sum hevur fyrimunin í løtuni. Liðið er fýra stig frammanfyri B36 og vann 1-0, tá liðini hittust við Løkin 14. apríl.
Klæmint Andrasson Olsen avgjørdi, tá liðini spældu í 4. umfari, og skoraði síðani tvey mál í steypadystinum millum liðini í Gundadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í steypadystinum millum liðini 9. mai vann B36 eftir longda leiktíð. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur tó bert vunnið einaferð síðani 1. apríl - í seinastu sjey dystunum - í Betrideildini. Hetta er als ikki nøktandi fyri eitt felag, sum hevur satsað og vil kappast um FM. NSÍ hevur hinvegin staðið seg væl, í mun til væntanir, og kann í kvøld veruliga skapað sjógv ímillum seg og B36. Lagt er upp til spennandi dyst í Runavík.
07 Vestur hevur, eins og B36, 14 stig. Talan er um eina ógvuliga torføra uppgávu í dag. Víkingur hevur ikki tapt á heimavølli í eitt ár, og oddaliðið skal halda fram at gera sítt í slíkum dystum, har man er stórfavorittur.
HB hevur vunnið átta dystir á rað - tíggju dystir í øllum kappingum - og heldur fram at bjóða av í oddinum. ÍF hevur framvegis ikki fingið nakran sigur í ár, og tað er ikki upplagt, at Jákup Martin Joensen og hansara menn fáa nakað burturúr í Gundadali.
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara. Televarpið vísir allan dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald