Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Argentina og Pólland komu víðari úr bólki C. Argentina vann 2-0 og vann bólkin, hóast Messi brendi brotsspark, og tað var so tætt millum Pólland og Meksiko, at tað eina løtu sá út til at fara av verða avgjørt uppá Fair-Play regluna.
Meksiko hevði fleiri gul kort enn Pólland - í yvirtíðini móti Saudi Arabia lat Mekskio tó mál inn, so at Lewandowski og liðfelagirnir komu víðari uppá málúrttøku. Hetta er fyrstu ferð síðani júst HM í Meksiko í 1986, at póllendingar verða umboðaðir í áttandapartsfinalunum. Hetta var fyrstu ferð síðani 1978, at Mekskio ikki kom víðari úr bólkaspælinum (vóru tó ikki við í endaspølunum í 1982 og 1990)
Einki lag á áskoðarunum hjá Meksiko eftir ringasta úrslitið í einum HM-endaspæli í 44 ár
Lewandowski sleppur endliga at spæla "knock-out dystir" fyri land sítt - Messi hevur framvegis møguleika at vinna sítt HM (Myndir: EPA)
Av teimum tíggju liðunum, ið higartil hava spælt seg víðari, er helmingurin evropeisk. Annars er talan um um tveir av suðuramerikansku risunum (Argentina og Brasil), USA, Senegal og Avstralia.
Í kvøld er stórt trýst á nøkrum av teimum stóru evropisku londunum og teimum, ið hava staðið seg væl seinastu endaspølini.
Kroatia kom í finaluna fyri fýra árum síðani og liggja væl fyri í mun til at koma víðari, men kroatar skulu spæla móti Belgia, ið skulu vinna fyri at koma víðari. Gylta ættarliðið møguliga á síðsta vers, órógv hevur verið í belgisku leguni, og tað endaði í vikuskiftinum við ósigri móti Marokko, ið bert skal hava javnleik móti Kanada í dag fyri at tryggja sær víðari luttøku. Tað kann hjálpa Belgia, at Romelu Luaku helst hann fáa størri leiklut í dag. Lagt er upp til eitt brak millum Belgia og Kroatia klokkan 15.
Týskland hevur bert eitt stig fyri tveir dystir og skal harvið vinna á Kosta Rika í kvøld, og samstundis vóna at Spania vinnur á Japan. Annars fara týskarar út úr bólkaspælinum annað endaspælið á rað. Øll liðini í bólki E spæla í kvøld fyri víðari luttøku. Spania hevur bestu kortini á hondini - hava flest stig og +7 í málmuni - men einki er trygt hjá Enrique og hansara monnum. Tað er tó liðið hjá Hansi Flick, ið veruliga hevur knívin á barkanum.
Í gjárkvøldið, mikudagin 30.11
Pólland - Argentina 0-2 (0-1)
Meksiko - Saudi Arabia 2-1 (0-0)
Bólkur C:
1. Argentina 6 stig
2. Pólland 4 stig (0)
3. Meksiko 4 stig (-1)
4. Saudi Arabia 3 stig
Í dag, hósdagin 1. desember:
Bólkur F:
1. Kroatia 4 stig
2. Marokko 4 stig
3. Belgia 3 stig
4. Kanada 0 stig *
* Úti
Klokkan 15:
Kroatia - Belgia
Kanada - Marokko
Bólkur E
1. Spania 4 stig
2. Japan 3 stig
3. Costa Rika 3 stig
4. Týskland 1 stig
Klokkan 19:
Kosta Rika - Týskland
Japan - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald