Hondbóltur

Stórtap hjá Neistanum

Ellivu mál vóru á muni millum Neistan og ísraelska Holon Yuvalim HC.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-16 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsti dysturin hjá Neistamonnum í Europa Cup-hondbólti á hesum sinni gekk stak illa. Neistin tapti stórt 34-23.

Mótstøðan kom úr ísraelska býnum Holon, sum liggur beint uttanfyri Tel Aviv. Ísraelska liðið tóktiskt væl fyrireikað, og meðan Neistin brendi nærum alt sum kundi brennast, riggaði tað betur hjá ísraelittum í hinum endanum.

Støðan í steðginum var 17-11, og í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram.

Tølini fyri dystin eru sigandi. Neistin umsetti 45 prosent av skotunum til mál meðan ísraelittar skoraðu upp á 68 prosent av sínum skotum.

At enda vóru ellivu mál á muni við úrslitinum 34-23.

Toppskjútti hjá Neistanum var Tróndur Kragesteen við fimm málum.

Neistin hevur møguleikan at gera tað gott aftur í morgin tá seinni dysturin móti Holon Yuvalim HC verður. Tann dysturin verður somuleiðis leiktur klokkan 17 í Høllini á Hálsi.

Holon Yuvalim HC - Neistin 34 - 23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder