Hondbóltur

Stórur áhugi fyri landsliðnum á Skála

Børnini, sum hugdu eftir venjingini hjá hondbóltsmonnunum, hildu seg eisini framat at fáa autografar og myndir aftaná. Sí myndir her.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var sum vera man vælumtóktur (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu var sum vera man vælumtóktur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og Kjartan Johansen vóru aftur á heimavølli. Og børn og onnur á Skálafjørðinum vildu fegin síggja, heilsa uppá og fáa autografar frá teimum lokalu.

Hinir landsliðsspælararnir vóru sanniliga eisini væl umtóktir, tá myndir skuldu takast og undirskriftir setast eftir venjingina. Spælararnir støðgaðu leingi á.

Sum venjingin hjá Føroyum leið fyltist høllin meira og meira. Nógv vóru eisini útgjørd í landsliðsblusu. Venjing hjá U8 var aftaná, og hetta hjálpti - har hjálpti Bjarni í Selvindi eisini til eina løtu.

Hóndbóltsmenninir eru væl umtóktir, og tað merktist. Tað er eisini útselt til fyrsta heimadystin í EM-undankappingini. Hann verður spældur á Hálsi mikukvøldið klokkan 19.

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og ymiskum øðrum. Meira tilfar í landsliðleguni í kvøld og í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder